Royndir við nýggjum stabilisatorum

Danska felagið Dacoma ger nú royndir við nýggjari stabilisatorsskipan í skjóttgangandi arbeiðsbátum.

 

Sambært www.kystmagasinet.no er Dacoma farið í samstarv við danska bátaframleiðaran, Tuco Marine, nú Airkeel-stabiliseringsskipanin skal roynast í einum sjey metra longum ProZero-arbeiðsbáti.

- Airkeel-tøknin er ein nýggj og slóðbrótandi stabiliseringsskipan til arbeiðs-og tænastubátar, sum skal gera bátin góðan og behagiligan á sjónum og skal minka um brennioljunýtsluna.

Dacoma vísir á, at tað serstaka við tøknini er, at bátarnir nú kunna arbeiða í verri líkindum, samstundis sum oljunýtslan verður minni. - Skipanin er serstøk, sigur Arnd Baurichter, stjóri og stovnari av Dacoma í Svendborg.

- Tøknin byggir á eitt fótilikam fylt við luft, sum er fest í botnin á bátinum. Ein mekanisk og dátustýrd skipan skal flyta Airkeel frá síðu til síðu, og hetta skal gera, at stabilitetur og uppdrift verða betri, sigur Arnd Baurichter, stjóri, við www.kystmagasinet.no.