Royndu aftur í gjárkvøldið at seta eld á í barnagarð í Havn

Aftur hesa ferð varð eldurin sløktur, áðrenn nakar stórvegis skaði hendi.

Aftur í gjárkvøldið varð eldur settur í á í barnagarðinum, Lítlaskógi, í Djóna í Geilsgøtu, í eysturbýnum í Havn. Løgreglan sigur, at tað var klokkan 22.20 í gjárkvøldið, at ein granni ringdi til løgregluna at boða frá, at hann sá onkran inni í barnagarðinum.

Løgreglan er beint í grannalagnum, so tey vóru rættiliga skjót á staðið, men tá hevði viðkomandi  longu tikið til rýmingar, so barnagarðurin var tómur.

Men løgreglan sigur, at eldur var settur á inni í barnagarðinum, so boð vórðu send eftir sløkkiliðnum, sum eisini var rættiliga skjótt á staðnum, og fekk sløkt, áðrenn nakar staðið stóðst av. Løgreglan sigur, at helst varð roynt at seta eld á í fleiri støðum.

Løgreglan sigur, at enn hava tey ikki nakað serligt av upplýsingum, tí málið er so nýtt, men neyvari kanningar verða gjørdar í dag og samstundis verður serfrøðingur boðsendur at kanna umstøðurnar gjølligari. Men mest sannlíkt er viðkomandi sloppin inn í barnagarðin við at bróta ein rút.

Hetta er aðrur ferð upp á minni enn tveir mánaðir at roynt verður at seta eld á barnagarðin, tí á ólavsøku varð eisini brotið inn og tá var eldur settur á í tveimum støðum.

Les meiri um tað her: Royndu at seta eld á barnagarð í Havn

Eldáseting er eitt tað álvarsamasta brotsverki sum er, og tá heitti løgreglan á fólk, sum kundi havt sæð. Ella hoyrt okkurt um at siga frá. Fleiri fólt vendu sær til løgregluna við upplýsingum, men fyribils hevur tað ikki eydnast at avdúka, hvør tað var.

Løgreglan heitir enn eina ferð á fólk, sum kanska hava sæð okkurt har um vegir um tað tíðina í gjárkvøldið, um at gera vart við seg.