Royndu at fáa ein seyð inn á Hotel Føroyar

Stuttligasta minnið hjá fótbóltsleikaranum Gareth McAule var, tá hann saman við restini av Norðurírska fótbóltslandsliðnum royndi at fáa ein seyð inn á Hotel Føroyar

 

Gareth McAuley skoraði tvey mál í dystinum millum Føroyar og Norður Írland í 2015

Gareth McAuley skoraði tvey mál í dystinum millum Føroyar og Norður Írland í 2015

Í nýggjari samrøðu við SkySports greiðir legendariski norðurírski fótbóltsleikarin Gareth McAuley frá einum heldur stuttligum minni úr Føroyum. Norðurírsku leikararnir gistu á Hotel Føroyum, og har royndu teir so at fáa ein seyð inn í hotellið.

39 ára gamli Gareth McAuley hevur spælt á norðurírska landsliðnum í nógv ár. Hann var bakkur og er givin at spæla yrkisfótbólt. Seinasta liðið, hann spældi við, var Rangers í Skotlandi.

Til ber at síggja samrøðuna, har hann fortelur um minnið í Føroyum, her:

Gareth McAuley skoraði tvey mál í dystinum millum Føroyar og Norður Írland í 2015