Royndu at seta eld á barnagarð í Havn

Løgreglan leitar nú eftir gerningsmonnunum

Klokkan hálvgum tvey í nátt fór eldávaring í barnagarðinum, Lítlaskógi, í Djóna í Geilsgøtu, frá.

Løgreglan fór á staðið og sendi samstundis boð eftir sløkkiliðnum og tey vóru skjótt frammi. Løgreglan sigur, at tað vísti seg, at ein rútur var brotin og at fólk høvdu verið inni og høvdu sett eld á í tveimum støðum inni í barnagarðinum.

Av tí, at sløkkiliðið var so skjótt frammi, varð eldurin skjótt sløktur, so tað var ikki nevnivert av skaða.

Løgreglan hevur tryggja sær ymiskt teknisk spor á staðnum og eru nú farin at leita eftir tí, ella teimum, sum standa aftan fyri hetta.

Løgreglan sigur samstundis, at er tað nakar, sum hevur varnast okkurt har um vegir um hesa tíðina, eru tey vælkomin at siga frá. Eldáseting er nevniliga eitt ta álvarsligasta brotsverkið í revsilógini.