Roynir onkur at villleiða løgregluna?

- Hóttanarbrævið kann vera skrivað fyri at hetta skal síggja út, sum Anne-Elisabeth Hagen er rænd, og stripsið kann tískil eisini vera ætlað sum villleiðing, sigur Tommy Brøske.

 

Norska løgreglan arbeiðir nú við at finna út av trimum ymiskum keypum, sum møguliga kunnu gera, at løgreglan kemur nærri einari loysn av gátuføra málinum um norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, sum hvarv sporleyst hin 31. oktober í fjør.

Sambært VG veit løgreglan nú, hvar brævpappírið, sum hóttanarbrævið er skrivað á, er selt. Men, framvegis verður leitað eftir, hvar eitt par av Sprox-skóm frá Sparkjøp er keypt, og sama er við stripsinum, sum løgreglan fann í baðirúminum í Lørenskog.

Orsøkin til, at leitað verður eftir upprunanum til eitt par av Sprox-skóm er, at skógvamerki av júst hesum slag er funnið á adressuni, har Anne-Elisabeth og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, búðu. 

Tað er ikki heilt óhugsandi, heldur kanningarleiðarin, Tommy Brøske, at øll hesi trý tingini - brævpappír, strips pg skógvar - eru keypt júst við tí í hyggju at fremja brotsgerðina móti ríkmanskonuni.

Eitt tað fyrsta, sum Tommy Brøske legið til merkis, tá hann hin 31. oktober í fjør kom á adressuna í Lørenskog, var stripsið, sum kann læsast. Kanningar hjá løgregluni vísa, at stripsið er keypt í Biltema, men tað er ikki greitt, hvør handilin er.

Tommy Brøske hevur sagt, at stripsið, sum varð funnið í baðirúminum, varð funnið beint við baðikarið, og norska løgreglan hevur leingið hildið upp á, at Anne-Elisabeth Hagen var stødd í baðirúminum, tá hon varð álopin. 

Ymisk ástøði hava verið um stripsið. Eitt er, at tann ella tey, sum hava gjørt seg inn á ríkmanskonuna, hava gloymt at tikið stripsið við sær. Annað ástøði er, at tey vildu lata stripsið liggja eftir við vilja, soleiðis at eingin ivi skuldi vera um ránið.

Men, hvørjar upplýsingar hevur stripsið so givið løgregluni um ein møguligan mótpart?

- So leingi, sum málið ikki er uppklárað, kunnu vit ikki útiloka nakran møguleika. Men við støði í tí, at vit halda, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin, kann stripsið vera brúkt í samband við sjálvt drápið.

Tommy Brøske, kanningarleiðari, sigur, at tað kann eisini hugsast, at brotsmenninir hava mist stripsið - ella, at teir bara við vilja hava lagt tað eftir fyri at villleiða.

Men, hvat meinar so løgreglan við at villleiða?

- Vit hava áður sagt, at brævið kann vera skrivað fyri at hetta skal síggja út, sum Anne-Elisabeth Hagen er rænd og stripsið, sum er funnið í bústaðnum, kann tískil eisini vera ætlað sum villleiðing, sigur Tommy Brøske, kanningarleiðari.