Rudda í Runavík

Runavíkar kommuna heitir aftur í ár á allar borgarar um at taka lut í árligu ruddingini, sum verður í morgin, 16. mai

Ruddað verður í teimum ymisku bygdunum í kommununi, og ábyrgdarpersónar eru á hvørjum staði.

Kommunan heitir á borgararnar um at skilja ruskið.

Posarnir og ruskið skulu leggjast á eitt sjónligt stað á ein av teimum størru vegunum, so at teir, sum koma eftir ruskinum, hava lætt við at síggja hvar ruskið liggur.

Menn frá verkstaðnum á Lambareiði syrgja fyri at ruskið verður avheintað í samstarvi við IRF.

Ábyrgdarfólk eru í  teimum ymisku bygdunum í kommununi

Æðuvík – við missiónshúsið – Karhild Davidsen

Rituvík – við spæliplássið - Etly Højgaard

Runavík, Saltangará og Glyvrar - við kommunuskrivstovuna – Jóngerð Juul Olsen

Lamba og Lambareiði – við spæliplássið í Lamba - Bárður Højgaard

Søldarfjørður og Skipanes – við spæliplássið í Søldarfirði - Beata R. Hansen

Skála – við ítróttarhøllina á Skála – Annika Klein

Skálafjørður – við gamla skúla – samskipað við bygdafelag Skálfirðinga

Oyndarfjørður – við skúlan í Oyndarfirði - Ingeborg Klein

Funningsfjørður – við skúlan í Funningsfirði - Jona Michelsen

Elduvík – í Elduvík - Dánial Martin Hansen


Fleiri aðrar kommunur skipa eisini fyri ruddingardegi í morgin, millum annað Tórshavnar kommuna, og Sunda kommuna.