Runavíkar býráð endurskipað

Á eykabýráðsfundi seinnapartin fríggjadagin skipaði Runavíkar býráð seg politiskt av nýggjum, nú Sæunn Ólavsdóttir Hansen hevur tikið sæti í býráðnum. Hon er vorðin næstforkvinna í mentanarnevndini og trivnaðarnevndini

Sæunn Ólavsdóttir Hansen

Sæunn Ólavsdóttir Hansen

Sæunn Ólavsdóttir Hansen avloysir Helga Lamhauge Petersen, sum letur sessin frá sær, nú hann flytur úr Runavíkar kommunu.

Helgi Lamhauge Petersen var næstvaldur á lista A við 149 atkvøðum. Tað var bara Tórbjørn Jacobsen, sum býráðið so valdi til borgarstjóra, ið fekk fleiri atkvøður. Hann fekk 218 atkvøður.

Sæunn Ólavsdóttir Hansen fekk 96 atkvøður, sum var ein atkvøða færri enn Selinda í Heiðunum, ið var síðst vald á lista A. Nú Helgi L. Petersen er farin úr býráðnum, verður Sæunn Ó. Hansen fastur limur í býráðnum.

Sæunn Ó. Hansen er ikki ókend í býráðnum. Hon sat í býráðnum 2001 – 2004 og 2009 – 2012. Hon hevur fleiri ferðir í hesum valskeiðinum møtt á býráðsfundum, tá ið tað hevur borist onkrum av hinum valdu á lista A frá at møta.

Nú býráðið er umskipað er Sæunn Ó. Hansen vorðin næstforkvinna í mentanarnevndini og trivnaðarnevndini.  

Hon er eisini vorðin eykalimur í fíggjarnevndini og teknisku nevnd, umframt at hon er vorðin limur í Musikkskúlanevndini. 

Sæunn Ólavsdóttir Hansen