Runavíkar kommuna fyrireikar landstreym

Runavíkar kommuna hevur sett 1,5 milliónir krónur av í fíggjarætlanini næsta ár til at fyrireika landstreym

– Hetta er serliga fyrireikingararbeiði, sum skal gerast. Tað verður gjørt klárt til at leggja káplar og annað, men samlaða arbeiði fyri at fáa landstreym fer at kosta meira, sigur Hans Jákup Johannesen, limur í byggi- og býarskiparnevndini í Runavíkar býráði.

Hann vísir á, at felagið Heimafriður hevur verið nógv frammi um larm á havnarlagnum í Runavík, og at hesir pengarnir, ið nú eru avsettir til landstreym, er eitt stig á leiðini at loysa henda trupulleikan.

Tær 1,5 milliónir krónurnar skulu millum annað nýtast til fyrireikingararbeiði, og kannast skal nærri, hvat meira skal gerast.

Tvær milliónir krónur eru eisini settar av til havnarútbygging og rampu.

Runavíkar havn væntast at geva 6,714 milliónir krónur í nettoyvirskoti av rakstri sínum í árinum 2020.