Runavíkingar fáa vitjan av jólaskipinum í morgin

Jólaskipið leggur at í morgin í staðin fyri í dag

Klokkan 15 í morgin kemur jólaskipið til Runavíkar. Jólaskipið leggur at við bátahylin og økið rundan um er pyntað til høvið. Jólamenninir ætla sær at syngja nakrar jólasangir saman við børnum, og helst hava teir okkurt gott við til børnini. Barnakórið úr Nebo og hornorkestið luttaka.

Í doktaragarðinum verður ein forkunnug jólaframsýning hjá Anette Sonne. Tvær fittar smáttur standa á fløtuni har til ber at síggja “Smiðjuna hjá jólamanninum” og beint við er framsýningin “ Barnakamarið hjá langommu”. Framsýningarnar verða standandi til 13. Januar 2020. 

Serstaki animatiónsfilmurin verður vístur á húsavegginum á ráðhúsinum. 

Í sambandi við tiltakið verður Gulasteinsvegur sperraður frá Berglon til vegamótið á Fjøruvegi.

Rætting: Í dag skrivaðu vit, at jólaskipið kemur í dag, men tað er útsett til í morgin.