Rundkoyring var ein háfloygdur tanki

- Onkur helt okkum vera í so háfloygdar, tá vit høvdu eina so ørliga loysn sum eina rundkoyring í einum undirsjóvartunli, sigur Niklas Foldbo, verkfrøðingur.

 

 

 

 

Á hátíðarløtuni, sum var í ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld í samband við, at seinasta skotið varð latið av í Eysturoyartunlinum, varð Niklas Foldbo, verkfrøðingur, spurdur, um hann vildi bera fram nakrar hugleiðingar frá arbeiðsbólkinum, sum upprunaliga arbeiddi við hesi verkætlan.

Henda setning greiddi maðurin, sum hevur verið við til nógvar tunnilsbyggingar í Føroyum, framúr væl.

Í sínari frásøgn vísti hann á, at søguliga var tann stutta sjóvegis farleiðin millum Suðurstreymoy og Skálafjørðin ein náttúrligur liður í ferðasambandinum millum høvuðsstaðin øðru megin og norðurøkið hinumegin.

- Samstundis, sum vegasambandið alsamt gjørdist betri, eitt nú við brúgv um Streymin, Norðskálatunlinum og Kollafjarðartunlinum, minkaði undirtøkan fyri sjóvegis farleiðini millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin.

Um aldarskiftið varð henda farleið so endaliga niðurløgd, og síðan tá hevur einasti ferðamøguleiki millum hesi bæði høvuðsøkini í Føroyum verið tann langa farleiðin eftir vegnum norður í Sundalagið.

Nikls Foldbo vísti á, at hetta soleiðis eisini var farleiðin til arbeiðis hjá fleiri av teimum, sum vóru í arbeiðsbólkinum, sum fór í gongd á heysti í 2002. Gerð av undirsjóvartunlum var vorðin veruleiki, eisini her á landi.

- Arbeiðsbólkurin ynskti at kanna, um handilsligt grundarlag kundi vera fyri eini tunnilsleið millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy. Í hesum sambandi bleiv eisini valt, sum ein partur av ætlanini, at fáa fast samband tvørtur um Skálafjørðin.

##med3##

Í bólkinum vóru Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur, Símun Johannesen, táverandi borgarstjóri í Nes kommunu, Tummas Eliasen, samfelagsfrøðingur og táverandi stjóri í LÍV og Niklas Foldbo, verkfrøðingur - við drúgvum royndum innan tunnilsgerð.

- Bólkurin var sostatt samansettur av fólki við viðkomandi fakligari vitan í samband við tunnilsgerð, sum hann tók til.

Í februar í 2003 hevði bólkurin framløgu á Svangaskarði um tunnilsætlanina. Niðurstøðan var, at fíggjarligt grundarlag tyktist vera fyri ætlanini, og tað skuldi haldast fram við tí arbeiði, sum bólkurin hevði gjørt.

- Advokaturin Ingi Højgaard kom eisini upp í bólkin, og kommunurnar luttóku virknar við fígging til útreiðslur í samband við arbeiðið. Nágreiniligar ferðsluútrokningar vóru fingnar frá Rambøll Nyvig gjøgnum Landsverk, og felagið Munin gjørdi teldusimuleringar av væntaðari ferðslu.

Bólkurin hevði eisini góðar serfrøðingar at ráðføra seg við, eitt nú Eivind Grøv, tunnilsserfrøðing, hvørs felag var ráðgevi í samband við bæði Vága- og Norðoyatunnilin og Niels Larsen hjá NCC, ið gjørdi somu tunlar.

- Aðrir, sum vit ráðførdu okkum við, Stefan Reynir Kristiansson frá Hvalfjarðartunnlinum í Íslandi, Landsverk, Norðoyatunnilin, umboð fyri verktakarafeløg umframt útlendskar íleggjara- og fíggjastovnar.

Niklas Foldbo vísti á, at á Mikkjalsmessu í 2005 var bólkurin liðugur við arbeiðið og kundi tá vísa á eina tunnilsætlan, sum bæði var tekniskt møgulig og fíggjarliga burðardygg.

Ja, hetta var burðardyggasta verkætlan, sum eg havi hildið á, sum verkfrøðingurin tók til við hátíðarløtuna í dag.

##med2##

- Eg havi eisini hug at nevna, at í hesi verkætlan var eisini ein rundkoyring. Vit fingu viðmerking um, at onkur helt okkum vera í so háfloygdar at samstarva við, tá vit høvdu eina so ørliga loysn sum eina rundkoyring í einum undirsjóvartunli. Men, hygga nú; rundkoyringin er vorðin partur av endaligu loysnini.

Niklas Foldbo segði, at Niels Larsen hjá NCC skrivaði soleiðis til hansara á jólum í 2016: ”Det bliver spændende at se dit gamle tunnelprosjekt gennemført med verdens første undersøiske rundkørsel”.

- Hetta er ein gleðilig løta, og hetta er dreymurin hjá okkum í arbeiðsbólkinum, sum verður veruleiki - okkum øllum at gagni, segði verkfrøðingurin á Toftum.