4.000.000 brúka nú Vivino

Tað gongur við fúkandi ferð hjá Heina Zachariasen og felagi hansara at økja um undirtøkuni fyri Vivino-appini

Vivino, har føroyski Heini Zachariassen er ein av oddamonnunum, hevur longu í eina tíð havt støðu sum mest nýtta vín-appin í heiminum.

 

Í dag fór felagið um enn ein marknastein, tá talið av brúkarum fór um tær fýra milliónirnar.

 

Heini hevur áður sagt, at tey enn eru í eini støðu, har tað fyrst og fremst ræður um at økja brúkaratalið og staðfesta støðuna hjá Vivino sum størsta vín-appin í heiminum. Og tað gongur við fullari ferð í hesum. Í øllum førum tók tað bara 80 dagar at koma frá trimum milliónum til fýra milliónir brúkarar, og við skjóta vøkstrinum er væl hugsandi, at tað tekur enn styttri tíð at røkka teimum fimm milliónunum.