Rúsan skal missa einkarrættin at innflyta rúsdrekka

Skipanin, vit hava, heldur okkum fast í eini óneyðugari spennitroyggju, sigur næstformaðurin í Ferðavinnufelagnum

Rúsan skal minka einkarrættin til at innflyta rúsdrekka. Soleiðis ljóðar áheitanin frá Ferðavinnufelagnum á politikarar, nú Løgtingsval verður um góðar tvær vikur.

Felagið heitir á nýggja Løgtingið um at avtaka einkarrættin hjá Rúsuni til at innflyta rúsdrekka, tí skipanin, vit nú hava, forðar matstovuvinnuni í Føroyum at virka, og tað er ein vansi fyri kappingarførið hjá matstovuvinnuni.

– Ongastaðni í londunum kring okkum, eru fortreytirnar hjá matstovuvinnuni at útvega sær rúsdrekka so vánaligar sum í Føroyum, sigur Árni Olsen, næstformaður í Ferðavinnufelagnum í áheitanini á teir politikarar, sum skulu manna komandi løgting.

 Hann vísir á, at í fleiri norðurlondum er einkarsøla, men fyri tað hava einkarsølurnar ikki eisini einkarrætt til at innflyta rúsdrekka, tí har kunnu tey, sum hava skeinkiloyvi keypa frá øðrum enn einkarsøluni.

Fyri tað um matstovur sleppa at innflyta rúsdrekka sjálvar, fer Rúsan at halda fram sum higartil, so fyri vanliga føroyingin hevur tað ongan týdning, heldur felagið.

 Hinvegin heldur hann, at tað hevur stóran týdning, at føroyskar matstovur sleppa at keypa rúsdrekka á vanligum handilsligum grundarlagi. Í roynd og veru er ferðavinnan ein útflutningsvinna, sum er í harðari kapping við tænastur uttanlands.

– Í rúsdrekkahøpi er einki annað land í norðurlondum, sum hevur ta skipan, vit í Føroyum hava, tí tað heldur matstovuvinnuni fastari í eini óneyðugari spennitroyggju, sum ikki er til gagns fyri nakran, sigur Árni Olsen.

Hann vísir á, at inntøkugrundarlagið hjá matstovum kring landið er tepurt, og tí er tað neyðugt at tey, sum hava skeinkiloyvi, ótarnað sleppa at innflyta rúsdrekka, soleiðis at matartilboðini kring landið kunnu fjølgast og fjøltáttast.