Sá eina lítla grind - allarhelst hvalirnir frá í gjár

Nakrir hvalir svimja í Kalsoyarfirði

 

Fyri einari lítlari løtu síðani fekk Karl Johansen, sýslumaður, boð um, at nakrir hvalir vóru í Kalsoyarfirði. Ein bátur var komin á eina lítla grind beint út fyri tunnilsmunnan sunnan fyri Kunoyarbygd.

- Tað er allarhelst talan um grindina, sum bleiv merkt í Gøtu í gjár, sigur Karl Johansen.

Bjarni Mikkelsen, hvalagranskari á Tjóðsavninum, er farin á flot fyri at eygleiða hvalirnar.

Tað verður sostatt ikki boðað frá grind í kvøld, og har verður ikki gjørt meira við hvalirnar í løtuni.