Sabotera festival um minnilutar í Føroyum

Fyrireikararnir halda, at hetta er sera óbehagiligt

Myndin er av heimasíðuni hjá FIMFF

Myndin er av heimasíðuni hjá FIMFF

Hetta er ein roynd at standa í vegin fyri okkara festivali.

Tað halda tey, sum skipa fyri filmsfestivalinum, FIMFF, sum er í Føroyum í hesum døgum. FIMMF stendur fyri Faroe Islands International Minority Film Festival, og lagt var til brots í dag.

Festivalurin byrjaði við, at flokkar úr ymsum skúlum sóu filmar um minnilutar og hoyrdu framløgur í Smæruni í Havn.

Fyrireikararnir skriva á Facebook, at dagurin var fullteknaður - men kortini vóru fleiri tómir stólar salinum.

Tað vísti seg nevniliga, at onkur hevði tilmeldað ein óveruligan skúlaflokk, og soleiðis hevur viðkomandi forða fyri at fleiri flokkar kundu melda seg til.

– Hetta halda vit í FIMFF vera sera óbehagiligt og ikki minst eitt tekin uppá manglandi virðing fyri okkara arbeiði í FIMFF og minnilutum í Føroyum yvirhøvur, siga fyrireikararnir á Facebook. 
Innbjóðingarnar til hendan dagin vóru bara sendar út til lærarar á ymsum skúlum.

– Tískil er tað onkur, ið hevur fingið hesa innbjóðing, sum hevur meldað ein óveruligan flokk til. Viðkomandi hevur enntá tikið sær stundir at skriva nøvnini á næmingunum, siga tey.

Tey siga, at tey hava kannað málið og hesir næmingarnir eru ikki til.
– Hetta er sostatt ein roynd at standa í vegin fyri okkara festivali og at geva næmingum møguleika at luttaka í einum kunnandi degi um minnilutar í Føroyum, og í hesum førinum LGBTQ minnilutar, siga tey.

Myndin er av heimasíðuni hjá FIMFF