Sær einki út við Northguider

Felagið, sum roynir at fáa rækjutrolaran úr aftur Hinlopensundinum, noyðist helst at leggja eina nýggja bjargingarætlan.

 

 

 

Tað gongur einki serligt við bjargingini av norska rækjutrolaranum, Northguider, sum síðan hin 28. desember í fjør hevur staðið fastur á einum flúri í Hinlopensundinum har norðuri á Svalbard. 

Northguider liggur framvegis fastur á flúrinum, har rækjutrolarin sigldi seg fastan í kulda, myrkri og ringum líkindum í fjør vetur. Øll manningin á skipinum varð bjargað, tó at líkindini til bjarging vóru ivingarsom.

Síðan einaferð í august hevur verið roynt at tetta skipið, soleiðis at tað kann takast av aftur flúrinum, men hetta hevur ikki gingið betri enn væl. Líkindini hava heldur ikki verið nakað serlig ein part av tíðini.

Svalbardposten.no veit at siga, at felagið, sum roynir at fáa skipið úr aftur Hinlopensundinum eftir kravi frá norskum myndugleikum, helst noyðist at leggja eina nýggja bjargingarætlan.

Skaðarnir, sum skipsskrokkurin hevur fingið, eru so mikið stórir, at hetta er alt annað enn nøkur løtt uppgáva, og tí er útlitini til, at skipið helst verður liggjandi í vetur, stór, skrivar heimasíðan.

Tað er langt síðan vorðið greitt, at Northguider ongantíð verður til skip aftur. Men, kravið hjá myndugleikunum er, at skipið skal burtur úr økinum. Tí hevur ætlanin verið at fáa skipið á flot aftur, og síðan skal tað skrottast.

Men, nú bendir so alt á, at Northguider helst verður liggjandi í Hinlopensundinum á Svalbard í ein vetur aftrat, og spurningurin er so, hvussu tað verður at fáa skipið at flóta aftur, tá tað hevur ligið á flúrinum enn ein vetur.