Sætti hvør er í sóttarhaldi

Í Sel kommunu í Noregi búgva 5.700 fólk, og her eru heili 1000 fólk í sóttarhaldi í løtuni. - Støðan er avbjóðandi, sigur kommunustjórin.

 

Støðan í Sel kommunu í Noregi er ikki sørt serstøk í hesum corona-tíðum, og kommunan er millum tær harðast raktu í landinum. Í kommununi búgva sløk 6.000 fólk, harav heili 1000 í løtuni eru í sóttarhaldi. Tað merkir, at sætti hvør borgari í kommununi er raktur.

Tað er norska kringvarpið, sum í kvøld ber hesi tíðindi, og við heimasíðuna sigur kommunuyvirlæknin, Therese Renaa, at seinasta vikan hevur verið rættiliga hektisk, sum hon tekur til. Tað hevur verið nógv at gera, og svøvnurin hevur verið lítil.

Í Sel kommunu, sum liggur í Gulbrandsdalinum í Noregi, búgva 5.700 fólk, og í løtuni eru ikki færri enn 1000 av hesum í sóttarhaldi. Samanlagt eru 19 fólk í kommununi smittað við corona-virus, men tølini veksa frá degi til dags. Bara í dag - mikudagin - eru átta nýggir corona-tilburðir staðfestir í kommununi. 

Therese Renaa, kommunuyvirlækni, sigur við norska kringvarpið, at fólk hava verið góð at fingist við, og nú eru tey fyrstu, sum vórðu staðfest positiv, skjótt frísk aftur. Onnur eru framvegis sjúk, men hon leggur aftrat, at eingin er álvarsliga sjúkur.

Kommunustjórin í Sel kommunu, Ola Helstad, sigur við norska kringvarpið, at støðan, sum í løtuni er í kommununi, er avbjóðandi. - Tað eru nýggir tilburðir við corona-virusi hvønn dag, og tað eru fleiri og fleiri, sum enda í sóttarhaldi, leggur hann aftrat.

##med2##

 

 

Sel kommuna í Noregi er sera hart rakt í hesum corona-tíðum.