Sæunn aftur í býráðið

Hon avloysir Helga Lamhauge Petersen, sum letur sessin frá sær, nú hann flytur úr Runavíkar kommunu

Nýggjur býráðslimur tekur sæti í býráðnum í Runavík frá fyrsta oktober at rokna.

Nýggi býráðslimurin er Sæunn Ólavsdóttir Hansen. Hon avloysir Helga Lamhauge Petersen. Orsøkin er tann, at Helgi L. Petersen flytur úr Runavíkar kommunu og tí skal lata sessin frá sær. Helgi er í kvøld fyri síðstu ferð á fundi sum limur í býráðnum í Runavík.

Helgi Lamhauge Petersen var næstvaldur á lista A við 149 atkvøðum. Tað var bara Tórbjørn Jacobsen, sum býráðið so valdi til borgarstjóra, ið fekk fleiri atkvøður. Hann fekk 218 atkvøður.

Sæunn Ólavsdóttir Hansen fekk 96 atkvøður, sum var ein atkvøða færri enn Selinga í Heiðunum, ið var síðst vald á lista A. Nú Helgi L. Petersen fer úr býráðnum, verður Sæunn Ó. Hansen fastur limur í býráðnum.

Sæunn er ikki ókend í býráðnum. Hon sat í býráðnum 2001 – 2004 og 2009 – 2012. Hon hevur fleiri ferðir í hesum valskeiðinum møtt á býráðsfundum, tá ið tað hevur borist onkrum av hinum valdu á lista A frá at møta.

Í Runavíkar kommunu er býráðsval ikki flokspolitiskt. Á valinum í 2016 vóru tríggir listar. Ein (A) við valevnum úr Æðuvík, Rituvík, Runavík, Saltangará, av Glyvrum, úr Lamba, úr Oyndarfirði, ein við valevnum úr Søldarfirði (C) og ein listi (B) við valevnum av Skála og úr Skálafirði.

Listi A fekk átta limir valdar í býráðið, listi B fekk tveir limir valdar í býráðið, og listi C fekk ein lim valdan í býráðið.