Tey tola ikki gangin

Ikki øll ynskja at hoyra mongu og hørðu tónarnar á Mítt Land

 

 

mynd: Birgir W. Høgnesen

mynd: Birgir W. Høgnesen

Tað tykist, sum eru hópin av ungum føroyingum farnir av húsum, nú festivalur er á skránni á Amager Strand.

 

Fyri løtu síðani fór Signar á Homrum á pallin, og tá streymaði til av ungum fólki – fleiri teirra við barnavognum og –stólum.

 

Lítla daman, sum er á myndini, hevur mammu úr Vestmanna og pápa úr Havn, og í mun til foreldrini, so hevði hon fingið sær oyrnavernd, so hart ljóðandi tónarnir ikki skuldu oyðileggja náttarfriðin.