Sakna tvískattaavtalur og avtalur um cabotagusigling

Reiðarafelagið fyri Handilsskip (RFH) saknar tvískattaavtalur og avtalur um cabotagusigling millum Føroyar og onnur lond

 

 

Fríggjadagin hevði Reiðarafelagið fyri Handilsskip (RFH) aðalfund.

Formaðurin, Jens Meinhard Rasmussen, legði ársfrágreiðingina fram á aðalfundinum. Hann segði millum annað.

– Tað hevur týdning, at Føroyar eisini fáa atgongd til somu marknaðir sum kappingarneytarnir. Her sakna vit, at meira verður gjørt frá politiskari síðu. Serliga eru tað tvískattaavtalur og avtalur um cabotagusigling, sum vanta millum Føroyar og onnur lond, segði hann.

Cabotagusigling er flutningur av góðsi ella ferðafólkum millum ymsar havnir í sama landi.

Formaðurin vísti eisini á, at mangul á arbeiðsmegi er ein støðug avbjóðing fyri limir í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, tí sera torført er at fáa fólk til dagligu uppgávurnar. Handilsflotin verður eisini merktur av søguliga lága arbeiðsloysinum í Føroyum.

– Tað er áhaldandi neyðugt at tryggja kappingarføri og marknaðaratgongdina hjá føroyska handilsflotanum og shippingvinnuni, segði Jens Meinhard Rasmussen.

Á fundinum stóðu Hentzar Steingrímsson, Bogi P. Nielsen, Sjúrður Johansen og Jónas Sigmarsson fyri vali. Teir vórðu allir afturvaldir

Í nevndini sita: Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Hentzar Steingrímsson, næstformaður, Gunnbjørn Joensen, Rúni V. Poulsen, Jónas Sigmarsson, Sjúrður Johansen og Bogi P. Nielsen.