Saknaður í 22 ár - funnin á Google Earth

Tað var ein maður, sum sat og hugdi á Google Earth eftir sínum fyrrverandi grannalag, ið sá bilin í vatninum.

 

 

 

Fyri 22 árum síðan hvarv William Moldt sporleyst, eftir at hann hevði verið í býnum eitt novemberkvøld. The Guardian skrivar, at nú er bilurin hjá honum rættiliga tilvildarliga funnin í einum vatni í Palm Beach í USA.

Tað var ein fyrrverandi íbúgvi í Grand Isles í Wellington í Florida, sum sat og hugdi á Google Earth eftir sínum gamla grannalag. Í einum vatni nærindis húsunum, har hann hevði búð, sá hann okkurt, sum líktist einum bili.

Maður, sum sat á Google Earth, setti seg í samband við núverandi eigaran av húsunum, nevndur Barry Fay, sum við einari dronu fekk váttan fyri, at talan var um ein hvítan bil, sum lá á botni í vatninum.

Barry Fay setti seg síðan í samband við løgregluna, sum skipaði fyri, at bilurin varð tikin upp, og tað sást skjótt, at bilurin hevði ligið leingi í vatninum.

Tá bilurin varð kannaður, vísti tað seg, at leivdir av 40 ára gamla, William Moldt, vóru í bilinum. - Eg hevði ongantíð viljað trúð, at vit her høvdu eitt 22 ára gamalt lík, sigur Barry Fay við blaðið, The Palm Beach Post.

Sambært útlendskum miðlum hevur bilurin verið sjónligur á Google Earth síðan 2007.

Sky News veit at siga, at William Moldt var róligur maður, sum ikki hevði snakkað við nakran á ølstovuni hetta kvøldið í 1997. Hann var ikki ein maður, sum drakk ofta, men hetta kvøldið hevði hann drukkið, men sá sambært vitnum ikki út til at vera fullur. 

Um 21.30-tíðina ringdi hann til damuna hjá sær og segði, at nú fór hann heim. Løgreglan í Palm Beach heldur, at William Moldt hevur mist tamarhaldið á bilinum og hevur koyrt út í vatnið, har bilurin hjá honum nú av tilvild er funnin á Google Earth.