Einskiljing er ein stór hóttan ímóti okkum

At Strandferðslan nú kann einskiljast, er eitt tað størsta bakkastið fyri útoyggjarnar yvirhøvur

- Tað, vit stúra mest fyri at øllum, er, at nú kann Strandferðslan Einskiljast,

Tað er høvuðsboðskapurin hjá Óla Jákupi úr Dímun, formanni í Útoyggjafelagnum, nú felagið hevur aðalfund í við Gjógv í dag.

 

Á aðalfundinum fer hann at gera greitt, at tað, sum hann heldur vera størsta bakkastið fyri útoyggjarnar síðani seinasta aðalfundi, er, at Løgtingið nú hevur samtykt at siglingin hjá Strandferðsluni kann einskiljast.

 

- Tað stúra vit illa fyri, tí samferðslan er lívæðrin hjá útroyggjunum. Tað gjørdu vit vart við hjá myndugleikunum, áðrenn tað varð samtykt, men tað rein ikki við.

- Vit stúra fyri, at nú hesin møguleikin er opin at privatisera siglingina, verður tað fyrr ella seinni, at onkur tekur av møguleikanum.

 

Og vit eru sannførd um, at tað fer at føra til hægri prísir og verri tænastu.

- Eg dugi ikki at síggja, hvussu ein góð og bílig sigling og ein sigling á privatum hondum, kunnu sampakka, sigur Óla Jákup úr Dímun.