Ove hevði aldrin róð fyrr

Leirvíkingurin Ove Heinesen hevði aldrin róð áður, fyrr enn hann tók avgerðina at rógva til Føroyar við Avalon.

Millum mannigina umborð á Avalon, ið kom á Gomlurætt í dag, var leirvíkingur Ove Heinesen. Kanska heldur óvanligt við Ova, so hevði hann frammanundan ongar royndir við at rógva, men meldaði hóast alt til. 


- Eg hevði hug at royna okkurt. Eg eri ikki vanur við at rógva, men eg sá eina lýsing í bløðunum, og hugsaði at hetta er nakað, ið eg havi hug at royna. So eg meldaði meg til, og havi so vant fram til hetta, sigur Ove Heinesen um avgerðina at melda seg til havrógvingina. 


Túrurin gekk ikki serliga væl at byrja við, og mátti báturin venda við, tá teir vóru komnir hálvan veg. Ove sigur, at tað ikki var sjálvt avgerðin at venda við, ið var harðast, men heldur løtan, tá teir funnu útav, at teir komu ongan veg, tí streymurin var ov harður. 


- Tað var hart at venda við, tí man veit man skal rógva tað aftur, ið man longu hevur róð. Eg vil tó siga, at tað var verri, at tá vit vóru komin hálva leið at finna útav, at eingin framdráttur var. Men sum Livar so mangan hevur sagt um havróður, at við havrógving er eitt, sum er sikkurt og tað er at einki er sikkurt"


Tíverri var veðrið eisini ringt, tá menninir nærkaðust Føroyum.


- Vit sóu ikki oyggjarnar, tí veðrið var so ringt. Tað var annars tað, ið man í huganum hevði hugsa mest um, at síggja oyggjarnar tá man kom rógvandi. 


Spurdur at enda, um hann ætlar sær avstað aftur, vil hann ikki reiðiliga svara.


- Tað veit man ikki. Eg fari so ikki at taka eina avgerð um tað beint her og nú.