Fyrireika føroyingar til at fáa børn

Komandi foreldur fáa nú tilboð um skeið í at verða foreldur

Í vár hava allir heilsufrøðingarnir hjá Gigni verið á serligum skeiði í at fyrireika komandi foreldur til at fáa børn.

 

- Talan er um eitt skeið, við heitinum ”Eru tit Klár?”. Endamálið er at undirvísarar frá Gigni undirvísa komandi foreldrum í bólkum um alskyns viðurskifti í sambandi við at verða foreldur, sigur Gigni á heimasíðu síni.

 

- Talan er um at foreldur møtast fýra ferðir, ferðir, tvær ella tríggjar ferðir í viðgongutíðini og síðani eisini eftir føðing. 



 

Endamálið við skeiðnum er, at førleikamenna komandi foreldur til at fáa børn, bæði, hvat tilknýti ímillum barn og foreldur, heilsu, trivnaði og atburði ímóti barninum viðvíkur.

 

Endamálið við skeiðnum er eisini at brynja foreldrini til at handfara tað máttloysi, øll foreldur føla á sær av og á.


 

Gigni ætlar nú at skeiðið skal vera eitt tilboð til øll komandi foreldur í Føroyum og tey vóna at tað kann setast í verk sum skjótast.