Fara altíð at selja grind í handlum

Skulu vit hava loyvi til at selja grind ella ikki. Tað er ein afturvendandi spurningur í sambandi við grindadráp í Føroyum.

 

Tað, at grindin ikki er handilsvøra, hevur altíð verið ein av trumfum okkara, í verju okkara av grindadrápinum. 

 

Samstundis ber tó til at fara í matvøruhandlar og síggja bæði tvøst og spik í kølidiskunum, og tað er eisini ein vanlig søluvøra á Torginum í Vágsbotni.

 

Spurningurin varð aftur reistur á aðalfundinum hjá Grindamannafelagnum í ár. Ólavur Sjúrðarberg, formaður í felagnum, vísti á, at bústaðarmynstrið í Føroyum er broytt nógv seinastu árini.

- Fyrr búðu flestu familjur í hvør sínum húsum og høvdu bæði kjallara og hjall. Men nú eru fleiri og fleiri føroyingar farnir at búgva í háhúsum, har tað ikki er so høgligt at varðveita tann gamla, serføroyska matin, sigur hann.

 

Spurningurin er tí, um vit eiga at loyva eini ávísari sølu av grind og aðrari serføroyskari matvøru.

 

Sjálvur heldur hann, at tað slepst ikki undan, at grind er at fáa til keyps í handlum. 

- Tá fólk hava fingið sín part, avgera tey sjálvi, hvat tey gera við hann. Summi, eitt nú tey, sum finna eina grind, fáa eisini so nógva grind, at tað er nógv meiri enn til egið brúk, heldur Ólavur Sjúrðarberg.

 

- At fara í grind er ofta eisini ein stórur, fíggjarligur missur, tí fólk leggja arbeiðið niður, umframt at tey brúka bensin, sigur hann.

 

Hann vísir eisini á, at hjá summum er einasti møguleikin at fáa fatur á grind, at keypa hana.

 

Undir øllum umstøðum verður sølan avmarkað, tí nógv tað mesta verður býtt í smáar partar til tey, sum eru við í drápinum, og til heimapartar.