Poul Jákup Thomsen, leiðari fyri Føroya Symfoniorkestur, Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, Heri Joensen og Gunnar H. Thomsen úr bólkinum Týr.

Samanrenning millum tungmálm og tað klassiska

Tað verður eitt rættiligt brak av einum konserttiltaki, tá Føroya Symfoniorkestur við kóri og tónleikabólkurin Týr fara á pall.

Poul Jákup Thomsen, leiðari fyri Føroya Symfoniorkestur, Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, Heri Joensen og Gunnar H. Thomsen úr bólkinum Týr.

 

Stutt fyri døgurða í dag var tíðindafundur í Norðurlandahúsinum, har greitt varð frá stóra og sermerkta konserttiltakinum, verður verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 7. og 8. februar næsta ár. Talan er um eitt tiltak, sum Norðurlandahúsið, Føroya Symfoniorkestur og bólkurin Týr eru saman um.

Hetta verður fyrstu ferð í søguni, at Føroya Symfoniorkestur fer at royna seg saman við heavy metal-tónleiki, og tað er íslendingurin, Haraldur Sveinbjørnsson, sum fer at taka sær av at útseta 15 løg hjá Týr fyri orkestur og kór. Bernharður Wilkinson, sum eisini er íslendingur, fer enn einaferð at stjórna orkestrinum.

Bólkurin Týr er kendur fyri at hava eitt serstakt tónleikaligt bland - við norðurlendskum fólkatónleiki og heavy metal. Týr hevur ein hóp av konsertum ymsastaðni kring heimin gjøgnum eitt ár, og í morgun greiddi Heri Joensen, forsangari og guitarleikari, frá umfatandi skránni hjá bólkinum í heyst og í vetur.

So mikið kendur er bólkurin uttan fyri landoddarnar - ikki minst í Týsklandi og USA, at teir longu nú vita um onkrar fjepparar, sum koma heim til serstaka konserttiltakið í Norðurlandahúsinum um slakar fýra mánaðir. Nakrir av fjepparunum eru sinnaðir at ferðast langt fyri at hoyra konsertir hjá Týr.

##med2##

Tiltakið, sum verður í Norðurlandahúsinum í februar, verður í stóru høllini, og her verður pláss fyri umleið 800 standandi áhoyrarum til hvørja konsert. Á tíðindafundinum varð spurt, um møguleikar eru fyri fleiri enn hesum báðum ætlaðu konsertunum, men í løtuni er einki aktuelt um fleiri konsertir.

Heri Joensen, forsangari og guitarleikari, sigur, at tað hevur verið ein dreymur, síðan hann var ungur og hoyrdi Deep Purple saman við symfoniorkestri - og seinni eisini Metallica - at royna hetta sjálvur. - Nú hetta verður veruleiki, síggja vit í Týr fram til at geva áhoyrarum eina avbera góða tónleikauppliving, sigur hann.

Á tíðindafundinum í morgun løgdu umboðini fyri Týr, Heri Joensen og Gunnar H. Thomsen, dent á, at bólkurin í samlaða konserttiltakinum fer at spæla sín tónleik, soleiðis sum fólk kenna tónleikin, men sjálvandi vóna teir eisini at kunna læra okkurt við at royna hetta slag av samstarvi.

Í samband við stóra konserttiltakið, verður vaksið um høllina við at taka Klingruna uppí eisini. Konsertirnar eru eisini eitt dømi um, at Norðurlandahúsið er eitt stað fyri alskyns tiltøkum og kann rúma øllum - alt frá klassiskum tónleiki til tungmálmin hjá kenda tónleikabólkinum Týr.

##med3##

Kendi listarmaðurin, Edward Fuglø, hevur gjørt eina frálíka og litríka plakat í samband við konserttiltakið, og henda kann longu nú keypast í Norðurlandahúsinum. Leiðarin í Føroya Symfoniorkestri, Poul Jákup Thomsen, sigur, at við konsertini fara eisini fjepparar hjá Týr at uppliva sterku megina frá symfoniorkestrinum og kórinum.

- Eg ivist onga løtu í, at konsertin verður eitt ógvuliga stórt upplivilsi, bæði fyri vanligu áhoyrararnar hjá Føroya Symfoniorkestri og fjeppararnar hjá Týr, og hetta verður ein fantastisk samanrenning millum tað klassiska og metaltónleikin, sigur Poul Jákup Thomsen.

 

 

 

 

 

Poul Jákup Thomsen, leiðari fyri Føroya Symfoniorkestur, Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, Heri Joensen og Gunnar H. Thomsen úr bólkinum Týr.