Samanstoytur í Søldarfirði

Eitt ferðsluóhapp á Skálafjørðinum hevur elvt til langar bilrøðir í Søldarfirði. Løgreglubilar, og sjúkrabilar eru á staðnum, men enn veit løgreglan ikki nógv at siga um hendingina

Eitt ferðsluóhapp á Skálafjørðinum hevur elvt til langar bilrøðir í Søldarfirði. Løgreglubilar, og sjúkrabilar eru á staðnum, men enn veit løgreglan ikki nógv at siga um hendingina.

Tað var um hálvgum fýra tíðina í dag, at løgreglan fekk fráboðan um ein samanstoyt í Søldarfirði.

Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at enn hava tey ikki fingið greiðu á hvat orsøkin er til ferðsluóhappið ella hvussu nógvir bilar vóru við, men hann kann upplýsa, at tveir persónar eru fluttir á sjúkrahúsið.

Vit hava meira um málið seinni.