Sambandið vann á Norðaravatni

- Hetta var ein sera hugnaligur stuttleikadagur á Norðaravatni, verður sagt úr Skopun.

 

 

Brandur, Sámal Hanni og Páll - allir uppstillaðir til komandi løgtingsval.

Brandur, Sámal Hanni og Páll - allir uppstillaðir til komandi løgtingsval.

Seinasta leygardag var sonevndur stuttleikadagur á Norðaravatni í Skopun, tey rópa, og tað vóru hjúnini, Kristvør og Eivind Kolden, sum skipaðu fyri.

Ein av kappingunum var sonevnd súkklubátakapping, og henda stóð millum tríggjar bátar, Sambandsflokkin, Tjóðveldi og Fólkaflokkin.

Á sínari politisku Facebook-síðu sigur Sámal Hanni Lognberg, at tað var Sambandsflokkurin, sum vann við sínari góðu manning.

- Hetta var ein sera hugnaligur stuttleikadagur á Norðaravatni, verður sagt úr Skopun. 

Brandur, Sámal Hanni og Páll - allir uppstillaðir til komandi løgtingsval.