Edmund Joensen og Sjúrður Skaale vóru stóru atkvøðuslúkarnir seinast. Nýggja kanningin bendir á, at teir báðir kunnu verða valdir á fólkating mikudagin

Sambands- og Javnaðarflokkurin vinna fólkatingsvalið

Nýggj veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið vísir, at Sambandsflokkurin verður størstur á fólkatingsvalinum mikudagin við 27,6 prosentum av atkvøðunum. Næststørstur verður Javnaðarflokkurin við 23,4 prosentum.

Edmund Joensen og Sjúrður Skaale vóru stóru atkvøðuslúkarnir seinast. Nýggja kanningin bendir á, at teir báðir kunnu verða valdir á fólkating mikudagin

Hjá Sambandsflokkinum merkir tað eina framgongd upp á 4,1 prosentstig í mun til seinasta fólkatingsval, og fyri Javnaðarflokkin eina afturgongd upp á 0,9 prosentstig.

Tjóðveldi verður triðstørstur við 22,2 prosentum, meðan Fólkaflokkurin verður aftastur av teimum fýra stóru flokkunum, sum hava møguleikan at vinna sær ein fólkatingssess við 19,1 prosentum av atkvøðunum.

Kanningin er gjørd 23. til 31. mai. 537 tilvildarliga útvaldir persónar yvir 18 ár eru spurdir.

Úrslitið av veljarakanningini hjá Gallup er hetta:

 

Býtið

Munur

Valið 2015

Fólkaflokkurin

19,2

0,3

18,8

Sambandsflokkurin

27,6

4,1

23,5

Javnaðarflokkurin

23,4

-0,9

24,3

Sjálvstýri

3,1

1,4

1,7

Tjóðveldi

22,2

-2,3

24,5

Miðflokkurin

0

-2,6

2,6

Framsókn

4,5

1,3

3,2

 

 

Edmund Joensen og Sjúrður Skaale vóru stóru atkvøðuslúkarnir seinast. Nýggja kanningin bendir á, at teir báðir kunnu verða valdir á fólkating mikudagin