Sambandsflokkurin stuðlar Jørgen

– Eg havi fult álit á Jørgen Niclasen, og Sambandsflokkurin fer ikki at atkvøða fyri einum misáliti á landsstýrismannin í fíggjarmálum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

 

 

– Eg havi fult álit á Jørgen Niclasen, og Sambandsflokkurin fer ikki at atkvøða fyri einum misáliti á landsstýrismannin í fíggjarmálum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Í gjár førdu andstøðuflokkarnir fram, at sonevnda ”tollmálið” nú er blivið til ein spurning um álit á politisku skipanina.

 

– Eingin politisk skipan kann liva við, at tað hanga so ógvusligar skuldsetingar í luftini móti einum landsstýrismanni. Tað mugu tey flestu, eisini samgongulimir, vera samd um, sigur Høgni Hoydal.

 

Løgmaður er ósamdur.

 

– Eg haldi at eitt sindur av inflatión er komin í orðið ”álit”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum sigur seg einki hava fingið hava at vita, sum ger at hann missir álitið á sín landsstýrismann í fíggjarmálum.

 

Tað er greitt, at andstøðuflokkarnir fyrireika eitt uppskot um misálit á landsstýrismannin í fíggjarmálum, nú løgtingið er saman ídag.

 

Kaj Leo Holm Johannesen er staddur uttanlands, og kemur ikki aftur til Føroya fyrr enn í kvøld. Hann verður tí ikki við, tá tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum seinni í dag fer at viðgera málið um Jørgen Niclasen. Men boðini frá Kaj Leo Holm Johannesen eru greið:

 

– Eg havi fult álit á Jørgen Niclasen. Sambandsflokkurin skal ikki atkvøða fyri einum misáliti á landsstýrismannin í fíggjarmálum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Hoyr samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Les eisini:

 

Annfinn Brekkstein: Nú má Jørgen frá

 

Analysa: Jørgen situr tryggur í sessinum

 

Fólkaflokkurin fult álit á Jørgen Niclasen


Jørgen Niclasen: Eg havi goldið tollin

Poul Michelsen: Misálit er neyðugt

 
Misálit á Jørgen Niclasen í morgin