Ein stjóri skal fáa alla ábyrgdina yvir sjúkrahúsunum

Tað sum fer fram nú, kann ikki vera meiningin, heldur Pauli Trónd Petersen, løgtingsmaður

Føroyska Sjúkrahúsverkið skal hava ein stjóra, sum hevur evsta myndugleikan yvir sjúkrahúsverkinum, men so kunnu tey ymsu sjúkrahúsini hava hvør sín deildarleiðara.

Tað heldur Pauli Trónd Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.

Løgtingið hevur umrøtt málið um at játta landssjúkrahúsinum 29 milliónir afturat fyri at sleppa undan sparingum.

Pauli Trónd Petersen heldur, at vit eiga at koma burtur úr teirri støðu, sum er nú, har tey trý sjúkrahúsini hava hvør sína játtan, sum er ásett eftir lokalpolitiskum áhugamálum, har lokalpolitikarar úr einum øki krevja onkra ávísa útgerð til eitt sjúkrahús, so verður peningurin játtaður.

Hann sigur, at einasta gongda leið er, at Sjúkrahúsverk Føroya fær eina játtan á fíggjarlógini, og so verður tað tann ovasta leiðslan fyri alt sjúkrahúsverkið, sum býtir hana út á tey trý sjúukrahúsini, har peningurin ger størst gagn.

– Øll eru samd um, at vit skulu hava trý sjúkrahús, men tað skal vera sjúkrahússtjórin, sum ger av, hvat virksemi skal vera á hvørjum sjúkrahúsi, sigur hann.

– Hetta eigur at vera uppgávan hjá einum stjóra, tí soleiðis hevði játtanin verið munandi betri gagnnýtt enn hon er nú.

– Tað kann ikki vera meiningin, at tað skal vera ein politisk avgerð, hvussu játtanin til tey ymsu sjúkrahúsini skal verða, har tað er lokalpatriotisma, og ikki heilsufaklig atlit, sum ger av, hvussu stóra játtan, hvørt sjúkrahús skal fáa, legði hann afturat.

– Mín vón skal vera, at samgongan, sum verður skipað eftir løgtingsvalið, fær hesi viðurskiftini í rættlag, so at vit fáa ein stjóra fyri sjúkrahúsverkið, men at tey smáu sjúkrahúsini so hava hvør sín deildarleiðara, legði hann afturat.

Hinvegin ásannar hann, at samskipanin ímillum tey trý sjúkrahúsini er munand batnað, síðani vit fingu ein forstjóra og tey bæði smáu sjúkrahúsini hava havt nógv meiri at gjørt. So hann ivast ikki í, at fekk stjórin eisini heimild at býta játtanina ímillum sjúkrahúsini, hevði støðan verið enn betri.

Eisini Kaj Leo Holm Johannesen er samdur, tí hann sigur, at vit eiga at síggja alt sjúkrahúsverkið sum ein bygning og ikki tríggjar eindir.