Sambandsflokkurin vitjar valsendingina á FM1 mánadagin

Valevni hjá Sambandsflokkinum vitja valsendingina á FM1 klokkan 15.05 í morgin

Árni Gregersen er vertur fyri valsendingunum á FM1

Árni Gregersen er vertur fyri valsendingunum á FM1

Mánadagin klokkan 15.05 verður aftur ein valsending á skránni hjá FM1.

Valevni hjá Sambandsflokkinum vitja í morgin Rásarúmið hjá FM1 í Krosslíð í vesturbýnum í Havn fyri at umrøða ymisk politisk evni.

Vertur verður Árni Gregersen, journalistur og politiskur viðmerkjari.

Sendingin verður endursend mánakvøldið millum klokkan 20 og 21.

Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Sendingin verður at hoyra á in.fo aftaná klokkan 21 mánakvøldið. 

Árni Gregersen er vertur fyri valsendingunum á FM1