Sambandsfólk sláa manngarð um samkynd

Bæði valevni og limir í Sambandsflokkinum heita á leiðsluna í flokkinum um at tryggja, at samkynd ikki missa rættin til at giftast

Hesi fáa nú eina almenna áheitan frá valevnum og limum um ikki at slaka

Hesi fáa nú eina almenna áheitan frá valevnum og limum um ikki at slaka

Hjúnabandslógin skal ikki broytast, og samkynd skulu heldur ikki missa rættin til at ganga saman í hjúnalag.

Tað er boðskapurin í eini áheitan frá bæði valevnum og limum í Sambandsflokkinum í kvøld.

Nú samráðingar eru um nýggja samgongu, hevur hjúnabandslógin fingið ein høvuðsleiklut, serliga tí at tað er eitt krav frá Miðflokkinum um at broyta hana aftur, soleiðis at samkynd ikki longur skulu sleppa at giftast.

Í eini almennari áheitan á floksleiðsluna og tingfólk Sambandsfloksins, staðfesta 22 valevni og limir í flokkinum, at arbeitt skal aldrin vera ímóti at skerja rættindi hjá føroyskum borgarum.

Tey føla tað, sum eina skyldu at boða frá, at frælsi er ikki eitt, tað ber til at gera neyðsemjur um.

 – Vit eru ein sosial-liberalur flokkur. Liberala stevnan vísir á frælsið hjá einstaklinginum, bæði á arbeiðsmarknaðinum og privat. Liberalisman vísir á, at frá tí degi vit verða borin í heim, eru vit javnsett og at øll menniskju hava trý grundleggjandi rættindi: lív, frælsi og ogn, siga tey í áheitanini á floksleiðsluna í Sambandsflokkinum,

– Sum partvíst liberalur flokkur, eiga vit at verja rættin hjá føroyska borgaranum at hava frælsi at elska tann, tey elska - og harafturat giftast við tí persóni, ið tey elska, leggja tey afturat.

– Tað er tí okkara áheitan til tykkum, okkara floksfelagar, at hóast tað krevur nógv at gerast samd um eitt samgonguskjal, er frælsi ikki til at gera neyðsemjur um, siga valevnini og limirnir í Sambandsflokkinum.

Tí heita tey á leiðsluna í Sambandsflokkinum um »standa stinn í samgongusamráðingunum og halda fast við, at vit hvørki rulla hjúnabandslógina aftur ella broyta núverandi lóg. Arbeitt skal aldrin vera ímóti at skerja rættindi hjá føroyskum borgarum«, sum tey orða seg.

 

Tey, sum hava skrivað undir áheitanina, eru

 Allan Skaalum, valevni

Alvi Mortensen, valevni

Anja Haldansen, valevni

Anna Falkenberg, valevni

Annfinn Brekkstein, valevni

Eivin Helgi Jacobsen, valevni

Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, valevni

Eyðdis Hartmann Niclasen, valevni

Ingi Mittún, valevni

Sunrid Traðará, valevni

Anna-Mari Nielsen, limur

Árni Guldborg Nielsen, limur

Birgir Ferjá Heldarskarð, limur

Eydna Gleðisheygg, limur

Hans Hjørleivur Magnussen, limur

Linnea Lindenskov Petersen, limur

Magdalena Mørk, limur

Magnus Herdalur, limur

Magnus Reinert Hansen, limur 

Olivia Kruse, limur

Petur Hansen, limur  

Thordis Skaalum, limur

Hesi fáa nú eina almenna áheitan frá valevnum og limum um ikki at slaka