Sambandsmenn ósamdir um útflutning

– Vit mugu halda uppat við at deila heimin upp í okkum, sum tey góðu, og hini sum tey óndu, vit mugu gerðast vaksin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

Michael Aastrup Jensen, fólkatingsmaður hjá Vinstra, sum er framsøgumaður floksins í uttanríkismálum, og Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins

Michael Aastrup Jensen, fólkatingsmaður hjá Vinstra, sum er framsøgumaður floksins í uttanríkismálum, og Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins

– Um onnur skulu hava virðing fyri okkum, so er fyrsta treyt, at vit virða okkum sjálvi.

Vit avgera sjálvandi, hvønn vit útflyta til og innflyta frá, tað at danir á Fólkatingi halda seg vita best, hvønn vit skulu útflyta til, sigur alt um manglandi virðing og manglandi kunnleika til føroysk útflutnings og handilsviðurskifti.

Tað skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður og fyrrverandi løgmaður, á Facebook.

Tilsipingin er til til Edmund Joensen, fólkatingsmann Sambandsfloksins og danska fólkatingsmannin hjá Vinstra, Michael Aastrup Jensen, sum er framsøgumaður floksins í uttanríkismálum. Teir hava skrivað grein um málið, sum kann lesast á leinkjuni niðanfyri og hava kallað Jeppe Kofod, uttanríkisráðharra, í samráð um málið.

Les alt um tað málið her: Nýggja støðan hjá ríkisfelagsskapinum krevur nýggjar handlingar

– Vit fortelja ikki dønum, hvønn teir skulu selja til og ikki, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.

– Vit fóru til Russland, tí ES og Danmark boykottaðu okkum. Vit vilja hava góð og gevandi handilsviðurskifti við øll lond, bæði Russland og ES og Kina.

– Vit mugu halda uppat við at deila heimin upp í okkum, sum tey góðu, og hini sum tey óndu, vit mugu gerðast vaksin, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen um seinast politiska útspælið frá floksfelaga sínum á danatingi.

Michael Aastrup Jensen, fólkatingsmaður hjá Vinstra, sum er framsøgumaður floksins í uttanríkismálum, og Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins