Samfelagsstevna í Høllini á Hálsi

Í hesum døgum er Samfelagsstevna í Høllini á Hálsi í Havn. Tað eru Ebenezer, ið skipar fyri, men fólk frá brøðrasamkomunum kring landið koma við til tiltøkini

Ebenezerkórið syngur í Ebenezer (Myndin er tikin fyri fleiri árum síðani)

Ebenezerkórið syngur í Ebenezer (Myndin er tikin fyri fleiri árum síðani)

Samfelagsstevnan byrjaði mikukvøldið. Í gjár, fyrradagin og í dag hava tiltøkini verið í Ebenezer, men frá í kvøld og fram til sunnukvøldið vera tiltøkini í Høllini á Hálsi.

– Samfelagsstevnan er á hvørjum ári. Skráin líkist henni, ið hevur verið undanfarin ár. Ein broyting er tó, nevniliga, at vit gera meira burturúr familjutiltøkunum. Sum nakað nýtt í ár hava vit tí eisini eitt familjutiltak seinnapartin í morgin, sigur Jóhann J. Petersen, ið er ein av fyrireikarunum av Samfelagsstevnuni.

Stevnan savnar nógv fólk ymsastaðni úr landinum.

– Vit hava helvtina av Høllini á Hálsi, og um tað verður, sum tað hevur verið undanfarin ár, so verður helst fult til fleiri av tiltøkunum. Til dømis savnar sunnudagsskúlin sunnudagin ofta sera nógv fólk. Okkurt av hinum árum hava tað verið væl yvir túsund fólk til nøkur av tiltøkunum, sigur Jóhann J. Petersen.

Hetta vikuskiftið, meðan samfelagsstevnan er, er ikki so nógv virksemi í brøðrasamkomunum kring landið.

– Tað er nokk eitt sindur ymiskt, hvussu tað er í teimum ymisku salunum. Í nøkrum støðum er einki virksemi, meðan í øðrum er eitt sindur av virksemi hetta vikuskifti, sigur Jóhann J. Petersen.

Evnið á Samfelagsstevnunum 2019 er "At møta Gudi".

Talarar og luttakarar eru millum onnur: Høgni Johannesen, Svenning av Lofti, Christa Otthamar, Klæmint Eliasen, Símun Absalonsen, Maria á Lakjuni Simonsen, Jógvan Reinert Samuelsen, Jógvan Martin Danielsen, Poul Færø, Ingvard Petersen, Oddur á Lakjuni, Gunnar Nielsen, Ruth Gaardlykke og Sámal Mikkelsen.

Kórini og einstaklingar, ið syngja, eru millum onnur Svein í Prestgarði, Sangkórið í Ebenezer, Sangkórið í Betesda og Manskórið í Suðurstreymoy.

Til familjumøtini verður leikur framførdur, og gentukórini Aloe og Kassia syngja. Ungdómsmøti er eisini á skránni

Fleiri av møtunum verða teknmálstulkað.

Ebenezerkórið syngur í Ebenezer (Myndin er tikin fyri fleiri árum síðani)