Samferðslan er nógv darvað

Bygdaleiðir koyra ikki, og strandfaraskipini sigla við skerdari ferðaætlan

Aftur í dag ávirkar veðrið samferðsluna.

Bygdaleiðir avlýsa allar leiðir í morgun.

Ternan fer fyrsta túrin úr Havn til Nólsoyar klokkan 8.45, og væntar Strandferðslan, at slglt verður eftir ferðaætlanini restina av degnum.

Smyril siglir av Krambatanga klokkan 11.00 og úr Havn klokkan 19.00. Smyril siglir ikki aðrar túrar í dag.

Teistin avlýsir túrin úr Skopun klokkan 06.45 og túrin 07.25 av Gomlurætt og 08.10 Skopun og 09.45 av Gomlurætt. Væntandi verður siglt úr Skopun úr 10.30.

Umframt Strandferðsluna, so hava nógvir skúlar avlýst skúlagongd vegna veður í dag.