Samgonga og andstøða ósamd um súkkluskýli

Samgongan vil hava tað í Tórsgøtu – andstøðan onkra aðrastaðni

Tað fer at kosta 400.000 krónur at gera súkkluskýlið, sum skal setast upp í Tórsgøtu í Havn.

Tað sæst í málsgongdini í málinum, sum helst kemur fyri á býráðsfundinum hóskvøldið. Hendan kostnaðarmetingin fevnir um bílegging, frakt og uppsetan av súkkluskýli við hentleikum umframt arbeiði við lendi og fríðkan á økinum á Tórsgøtu.

Les eisini: Súkkluskýli gerast mitt á Tórsgøtu

Tekniski stjórin og leiðarin á býarskipanardeildini mæla til at at beina málið í ferðslunevndina og teknisku nevnd til støðutakan, áðrenn málið verður lagt fyri aftur til endaliga støðutakan.

Les eisini: Visjónin er at taka burtur parkeringspláss í miðbýnum

Á fundi í byggi- og býarskipanarnevndini 5. februar í ár samtykti meirilutin at taka undir við tilmælinum. Í meirilutanum vóru Marin Katrina Frýadal, Jákup Dam og Turið Horn úr Tjóðveldi, og Helena Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkinum. Minnilutin Tróndur Sigurðsson úr Javnaðarflokkinum atkvøddi ímóti.

Ferðslubólkurin mælir til, at Súkkluskýlið verður staðsett á økinum millum Posthúskjallaran Tórsgøtu 8 og Margarinfabrikkina.

Ferðslunevndin ynskti á fundi 20. februar at fáa eitt meira ítøkiligt uppskot at taka støðu til. Ynski er um at parkeringsplássið til rørslutarnað verður flutt aðrastaðni við tí fyri eyga, at súkklur skulu hava betri atgongd til skúrin uttan at fara á gongubreytina, har sannlíkindi eru at nógv fólk eru til gongu.

Við støði í tilmælinum hjá ferðslunevndini eru tillagingar gjørdar í uppskotinum um súkkluskýlið til Havnina sum súkklubý.

Fyri at gera inngongdina til súkkluskúrin tryggari fyri súkklandi og gangandi, er parkeringsplássið til rørslutarnað tikið burtur. Tað verður flutt á parkeringsplássið við Hotel Tórshavn, har tvey vanlig parkeringspláss verða umgjørd til eitt parkeringspláss til rørslutarnað.

Atkoma fyri súkklur til skúrin verður skipað soleiðis, at súkklur ikki eru til óneyðugan ampa fyri gangandi á gongubreytini.

Fríðkað og plantað verður kring skúrin, og bonkur verður á økinum, soleiðis at skúrurin gerst partur av grønum býarrúmi, sum er gjørt rúmari fyri gongufólk og fólk við súkklu.

Á fundi í teknisku nevnd 10. mars samtykti einmeiriluti, Jákup Dam, Marin Katrina Frýdal og Bogi Andreasen, at taka undir við uppskotinum og mælir umsitingini til á komandi fundi í teknisku nevnd at koma við uppskoti um nýggja staðseting fyri tey mistu parkeringsplássini.

Ein minniluti, Tróndur Sigurðsson og Bjørghild Djurhuus, atkvøður ímóti og mælir frá at staðseta hetta í Tórsgøtu, men ístaðin at finna annað hóskandi øki.

Skoytt verður uppí her, at fýra parkeringspláss verða tikin burtur á Tórsgøtu til frama fyri at gera eitt súkkluskýli og fríðka á økinum; tvey parkeringspláss verða tikin burtur á økinum framman fyri Posthúskjallaran og tvey parkeringspláss við Hotel Tórshavn verða umgjørd til eitt parkeringspláss fyri rørslutarnað.

Nýggj staðseting fyri mistu parkeringsplássini er funnin á Skálatrøð.

Tekniski stjórin, býarverkfrøðingurin og leiðarin á býarskipanardeildini mæla teknisku nevnd og byggi- og býarskipanarnevndini til:

- at samtykkja staðsetingina av fýra parkeringsplássum fyri tey mistu parkeringsplássini.

- at heimila umsitingini at bjóða arbeiðið út, at skipa økið við súkkluskýlið á Tórsgøtu sambært Tekning, skipan av øki við súkkluskýli j.nr. 19/04999-3.

Tekniska nevnd 12. mai 2020: Ein meiriluti, Jákup Dam, Marin Katrina Frýdal og Bogi Andreasen, samtykti at taka undir við tilmælinum.

Ein minniluti, Tróndur Sigurðsson og Annfinn Brekkstein, atkvøður ímóti og mælir frá at staðseta hetta í Tórsgøtu, men ístaðin at finna annað hóskandi øki.

Byggi- og býarskipanarnevndin 18. mai 2020: Ein meiriluti, Marin Katrina Frýdal, Turið Horn og Bogi Andreasen, samtykti at taka undir við tilmælinum.

Ein minniluti, Tróndur Sigurðsson og Helena Dam á Neystabø, atkvøður ímóti og mælir frá at staðseta hetta í Tórsgøtu, men ístaðin at finna annað hóskandi øki.