Rieke á Skála vann Jens Marna

Brádliga stóð Jens Marni inni í stovuni og sang fyri 16 ára gamla skiftisnæminginum

Rieke Kell og Jens Marni

Rieke Kell og Jens Marni

Herfyri skipaði Rás2 fyri eini kapping, har til bar hjá lurtarunum at vinna eina konsert við Jens Marna.

 

 

 

Tað bleiv tann 16 ára gamla Rieke Kell, ið gjørdist hepni vinnarin.

 

 

Síðani august mánað seinasta ár hevur Rieke Kell verið skiftisnæmingur hjá Mariann og Annfinni Garðalíð á Skála.

 

 

 

Nú var tíðin komin, at hon skuldi aftur til Týsklands, haðani hon er ættað, og í tí sambandi skipaði familjan í Føroyum fyri eini hugnaløtu, har familja, vinir og kenningar kundu siga Rieke Kell farvæl.

 

 

 

- Rieke dámar ótrúliga væl Jens Marna, og hon hevur eisini nýggjastu fløguna hjá honum. Men tíverri hevur hon ongantíð upplivað hann framføra, men hevur bara sæð onkur brot á Youtube. Tí hildu vit, at vit skuldu royna, um vit kundu vinna eina konsert við Jens Marna, tá Rás2 skipaði fyri kappingini, sigur Mariann Poulsen Garðalíð, ið hevur verið mamma Rieke, hetta árið hon hevur verið skiftisnæmingur í Føroyum.

 

 

Rieke Kell bleiv ikki sørt bilsin, tá hon kom inn í stovuna, og Jens Marni stóð har við gittarinum og sang og spældi.

 

 

 

Tá konsertin, ið vardi nakað yvir hálvan tíma, var liðug, fekk Rieke Kell høvið at taka myndir saman við Jens Marna.

 

 

 

Hetta árið, Rieke Kell hevur verið skiftisnæmingur í Føroyum, hevur hon gingið í 9. flokki á Strondum, og nú hon fór aftur til Týsklands um mánaðarskiftið, tosaði hon flótandi føroyskt.

 

 

Síggj myndir frá konsertini við at trýsta her