Samgongan hevur ikki tikið støðu til sendistovu í Ísrael

Trýst á greinina, og hoyr samstundis løgmann greiða frá um ætlanina at stovna føroyska sendistovu í Ísrael

Samgongan hevur samtykt, at vit skulu hava eina sendistovu í Ísrael. Men tað er við beráddum huga, at vit ikki hava sagt nakað í samgonguskjalinum um, hvar í Ísrael, hon skal vera.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður við tíðindini á FM1.

Tað hevur vakt miklan ans, bæði í Føroyum og í Danmark, at Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, ætlar at lata føroyska sendistovu upp í Jerusalem.

Tað er eitt eymt mál, tí Jerusalem er umstríddur býur og allarflestu lond hava aftra seg við at provokera palestinar við at lata sendistovur upp í Jerusalem, tí mett verður ikki, at tað gagnar royndunum at skapa frið í miðeystri.

Í tíðindunum á FM1 á miðdegi í dag, hevði Bárður á Steig Nielsen ikki nakra avgjørda støðu til málið, men hann sigur, at hetta er eitt mál, samgongan fer at taka upp í næstum.

Sostatt er hann ikki so avgjørdur sum floksfelagin, Johan Dahl, sum beinleiðis sigur, at Jenis av Rana setir bæði samgonguna, og trygdina hjá føroyingum, í vanda.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá ætlanunum at stovna føroyska sendistovu í Ísrael