Samgongan leggur 30 uppskot fram

Í morgin á middegi er seinasta freist at bera løgtinginum uppskot, sum skulu viðgerast í hesi tingsetuni. Samgongan fer at leggja umleið 30 uppskot fram, men andstøðan fer eisini at koma við nøkrum uppskotum

Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, segði við Kringvarpið í gjárkvøldið, at samgongan fer at koma við umleið 30 uppskotum.

Andstøðuflokkarnir fara eisini at leggja uppskot fram, men hvussu nógv tey vera, er ikki greitt enn.

Tað ber tó til at leggja uppskot fram, eftir at tíðarfreistin er farin. Men so krevst, at minst 17 løgtingsfólk skriva undir. Løgmaður segði, at hann ynskti, at tíðarfreistin varð hildin, men hann kundi tó ikki siga fyri vissu, um okkurt uppskot ikki fór at verða lagt fram, eftir at tíðarfreistin er farin.

Seinasti framløgudagur í hesi tingsetuni er 6. mars.