Samgongan skal halda fingrarnar vekk

Samgongan hevur bara verið til arbeiðis í nakrar tímar, so hava níggju fakfeløg mótmælt eini ætlan, hon ætlaði at seta í verk sum skjótast

Samgongan hevur longu fingið eitt mótmæli

Samgongan hevur longu fingið eitt mótmæli

Haldið fingrarnar vekk frá Samhaldsfasta.

Soleiðis ljóða boðini frá níggju fakfeløgum til nýstovnaðu samgonguna í morgun.

Tað er ætlanin hjá samgonguni um at skipa ein aldurstrygdargrunn, sum órógvar tey níggju fakfeløgini. Í hesum sambandi ætlar samgongan at seta Samhaldsfasta, og útreiðslurnar hjá landskassanum, í eini serligan grunn, sum síðani skal rinda allar pensjónirnar.

– Samhaldsfasti er ein sólskinsøga og riggar væl, siga tey níggju fakfeløgini.

Tey vísa á, at útgjaldið er 5.590 krónur um mánaðin, og tað er eitt gott ískoyti hjá øllum pensjónistum. Øll rinda, og øll fáa – ongin verður settur eftir, og ongin skal setast eftir, leggja tey afturat.

– Nú nýggj samgonga er skipað, hoyra vit, at ætlan er at fara eftir Samhaldsfasta og blanda grunnin saman við tí almennu pensjónini.

– Síðani hetta var kunngjørt, hava verið nakrar ullintar útsagnir frá samgongutinglimum um Samhaldsfasta, siga fakfeløgini.

Fakfeløgini vísa á, at ætlar samgongan at hækka pensjónina og viðbótina, kann landið gera tað, og tað taka fagfeløgini fult undir við. Tey taka eisini undir við, at tað skal loysa seg at arbeiða, og tað ger tað eisini.

– Men hetta skal ikki gerast við at fara eftir tí partinum av pensjónsskipanini, sum virkar væl. Samhaldsfasti riggar væl og er eitt týðandi íkast hjá øllum pensjónistum í dag, siga fakfeløgini.

Samhaldsfasti fór at virka í 1992 í ringastu kreppuárum, tí tað vóru víðskygdir politikarar úr øllum flokkum, sum sóu, hvussu neyðugt tað var at hava ein arbeiðsmarknaðargrunn afturat almennu pensjónini og møguligari persónligari eftirløn.

– Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava umsitið grunnin ábyrgdarfult frá byrjan, og hetta sæst aftur í dag.

– Samhaldsfasti hevur prógvað sítt virði og er fyri øll – tað skal hann framhaldandi vera. Boðskapurin frá feløgunum er greiður – haldið fingrarnar vekk frá Samhaldsfasta, siga fakfeløgini.

Samstundis biðja tey um fund við løgmann og landsstýrismannin við fíggjarmálum, so greiða kann fáast á hesi fløkju, sum tey kalla tað.

Og tey níggju fakfelagsfólkini, sum standa aftan fyri hesa fráboðanina, eru:

Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag

Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag

Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar arbeiðskvinnufelag

Jastrid Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Arthur Guðjonsson, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum

 

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, er ein av teimum, sum hevur skrivað undir, men fyrr í morgun segði eisini hann sína hugsan um hetta: Les meiri um tað HER

Samgongan hevur longu fingið eitt mótmæli