Samgonguskjalið nærkast – málsøkjabýtið eftir

At Sambandsflokkurin og Miðflokkurin ikki góðtaka Jørgen Niclasen sum løgmann kann skapa trupulleikar, men kann eisini geva Fólkaflokkin enn størri vald

Stríð fer uttan iva at standa um, hvør teirra skal vera løgmaður, Bárður Nielsen ella Jørgen Niclasen (Myndir: Álvur Haraldsen)

Stríð fer uttan iva at standa um, hvør teirra skal vera løgmaður, Bárður Nielsen ella Jørgen Niclasen (Myndir: Álvur Haraldsen)

Í morgun fara teir tríggir flokkarnir, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin aftur undir samráðingar um at skipa nýtt borgarligt landsstýri.

Bárður Nielsen, samráðingarleiðari, segði við Kringvarpið í gjár, at tað gekk so væl við samráðingunum um eitt samgonguskjal, at bara einstøk mál vóru eftir at greiða.

Flokkarnir samráddust til klokkan 10 leygarkvøldið, men hildu frí í gjár.

##med2##

Í dag verða samráðingarnar tiknar uppaftur, og í morgin á middegi skal úrlsitið leggjast fyri tingformannin.

Málsøkjabýtið kann saktans eisini vera ein tungur burður, og ikki minst málið um, hvør skal vera løgmaður. Nátúrliga eigur Fólkaflokkurin sum nógv størsti flokkurin í komandi borgarligu samgonguni løgmann. Fólkaflokkurin fekk 1.416 atkøvður fleiri enn Sambandsflokkurin. Tað er tað sama sum 4,2 prosentstig fleiri.

##med4##

Kortini var tað Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum – helst við stuðuli frá sitandi samgonguflokkum, sum fekk samráðingarleiðsluna fram um Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum.

Sum skilst góðtaka tingfólk í Sambandsflokkinum og Miðflokkinum ikki, at Jørgen Niclasen verður løgmaður. Tað er ein trupulleiki, sum skal loysast, og sum kann gerast kynkur í samgongusamráðingunum.

##med3##

Ikki er greitt, hvussu stóran dent Fólkaflokkurin leggur á at fáa løgmann.

Hinvegin kann Fólkaflokkurin fáa helmingin ella meiriltan av landsstýrissessinum umframt løgtingsformannin, um hann gevur løgmanssessin frá sær. Tá kundi Fólkaflokkurin fingið tey tungu málsøkini sum fíggjarmál, fiskivinnumál, vinnumál og uttanríkismál og 4 av 8 landsstýrisfólkum ella 5 av 9 landsstýrisfólkum. So fekk Sambandsflokkurin løgmann og 2 landsstýrisfólk og Miðflokkurin 1 landsstýrisfólk.

Stríð fer uttan iva at standa um, hvør teirra skal vera løgmaður, Bárður Nielsen ella Jørgen Niclasen (Myndir: Álvur Haraldsen)

Seinast eydnaðist Jákupi Mikkelsen bara at sita sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum í fimm mánaðir, so koyrdi Kaj Leo Holm Johannesen hann frá sum landsstýrismann. Kanska hann fær kjansin til landsstýrissess aftur hesaferð?

Jógvan á Lakjuni er upplagt boð upp á løgtingsformann

Bill Justinussen byrjaði sína yrkisleið sum landsstýrismaður í heilsumálum. Kanska Jenis av Rana fer at enda sína politisku yrkisleið í landsstýrinum?