Samhaldsfasti og fólkapensjónin skulu setast í ein nýggjan grunn

Pensjónin skal verða einfaldari - og Samhaldsfasti skal síggjast á fíggjarlógini

Endamálið er at hækka pensjónirnar

Endamálið er at hækka pensjónirnar

Fólkapensjónistar skulu hava meiri at liva fyri.

Tað er eitt endamál hjá nýstovnaðu samgonguni. Men hvussu nógv pensjónin skal hækka, fæst Jørgen Niclasen, sum verður landsstýrismaður í fíggjarmálum, ikki at siga. Hann sigur, at fær hann ikki sagt, fyrr enn hann hevur fingið fult yvirlit yvir støðuna, og tað hevur hann ikki enn.

Men hann sigur kortini, at talan skal vera um eina hækking, sum merkist.

Og fyri at røkka hesum endamálinum hevur samgongan sett sær fyri at gera øll pensjónsviðurskiftini einfaldari og meiri gjøgnumskygd.

Í løtuni fáa pensjónistar eina fólkapensjón og eina viðbót, sum standa á fíggjarlógini, umframt eitt gjald úr Samhaldsfasta, sum ikki stendur á fíggjarlógini.

Men nú ætlar samgongan at stovna ein nýggjan aldurstrygdargrunn, har har øll pensjónin skal rindast úr.

Tað merkir, at Samhaldsfasti skal setast í hendan nýggja grunnin, og samstundis skulu útreiðslurnar, sum eru á fíggjarlógini til fólkapensjónir og viðbøtur, eisini setast í grunnin. Og hesin grunnurin skal so rinda allar pensjónir til tey, sum eru farin um tey 67 árini.

Sum støðan er nú, er pensjónin í trimum, ein skattafrí grundarupphædd, ein skattsklyldug viðbót og eitt gjald úr Samhaldsfasta, sum eisini er skattskyldugt.

Men Jørgen Niclasen sigur, at framyvir verður pensjónin í tveimum, har ein partur verður ein skattafrí grundarupphædd og ein partur verður ein viðbót, sum er skattskyldug.

– Endamálið er at økja um tøku inntøkuna hjá fólkapensjónistum, helst hjá teimum, sum onga inntøku hava afturat pensjónini, sigur Jørgen Niclasen.

Men hann sigur, at hetta er eisini eitt stig á leiðini fram ímóti at gera gjaldið úr Samhaldsfasta skattafrítt.

Men komandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur afturat, at fyri at fáa fult gjøgnumskygni í, skal samhalsfasti eisini síggjast á fíggjarlógina við inngjaldi og útgjaldi. Tað verður hann ikki nú.

Men nær hendan skipanin verður sett í verk, dugir Jørgen Niclasen ikki at siga, men gongst tað eftir tað heilt væl, kann tað verða á nýggjárinum.

Endamálið er at hækka pensjónirnar