Smyril Line kannar nýggjar havnir

Smyril Line hevur einki at finnast at viðvíkjandi havnarviðurskiftum á Seyðisfirði, men viðurskiftini kring Seyðisfjørð eru als ikki optimal, tá fólk og farmur skulu flytast víðari í Íslandi. Stjórin vil ikki útiloka, at talan í framtíðini verður um at sigla á aðra íslendska havn

Íslendska Vísir skrivar í dag, at Smyril er í ferð við at kanna atkomuviðurskiftini á Reyðarfirði og Eskifirði, og á Seyðisfirði eru myndugleikarnir alt annað enn fegnir um hetta.

 

Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line, segði við Rás2 í dag, at talan als ikki er um nakrar ítøkiligar ætlanir, men at tað hinvegin altíð er skyldan hjá felagnum at kanna eftir, um fyritøkan kann rekast enn betur. Serliga vísir hann á, at tað er infrastruktururin frá Seyðisfirði og inn á Íslendska meginøkið, sum er ein avbjóðing.

 

Samrøðan, sum Rás2 hevði við Rúna Vang Poulsen í dag, hoyrist við at trýsta á pílin undir stóru myndini.