Samkoman Betesda avlýsir

Betesda hevur tikið avleiðingarnar av áheitanini, sum Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, bar fram fríggjadagin, um ikki at hava tiltøk, har fleiri enn 500 fólk savnast

 

 

Í gjárkvøldið boðaði leiðslan í Betesda nevniliga frá, at øll tiltøkini í dag eru avlýst.

Boðini eru soljóðandi:

Fráboðan um sunnudagin 8. mars

Vegna leiðsluna í Betesda verður boðað frá, at øll tiltøk eru avlýst í morgin, smb tilráðing frá mynduleikunum.