Samkynd hótta aftur samgonguna

Støðan er ikki nógv broytt seinastu 33 árini. Enn eru støðan hjá samkyndum ein bumba undir eini landsstýrissamgongu

Stríðið hjá teimum samkyndu fyri javnrættindum hevur tikið drúgva tíð – serliga í Føroyum, tí vit hava verið nógv varnari at flyta okkum, enn so at siga øll onnur lond í Evropa.

Eitt sereyðkenni fyri okkum føroyingar er, at um eitt mál er ov eymt – kanska ov pínufult at viðgera, so útflyta vit bara problemið uttanlands. Tað hava vit gjørt við medborgarar okkara , ið hava borið sálarlig brek. Tað hava vit gjørt við fangar í øldir, og tað gera vit framvegis við kvinnur, ið ynskja fría fosturtøku.

– Og tað sama hava vit gjørt við samkyndu borgarar okkara. Samfelagið hevur sagt – um ikki beinleiðis – at slíkar medborgarar ynska vit ikki í Føroyum.

Hóast vit ikki duga so væl at flyta okkum, so koma broytingarnar ofta uttanífrá. Soleiðis var eisini byrjanin til, at føroyingar í heila tikið fóru at umrøða samkynd. Tað var í 1987, at eitt lógaruppskot við kongiligari fyriskipan varð lagt fyri tingið. Tað er tað, sum vit í dag kalla eitt ríkislógartilmæli, tá danskar lógir verða settar í gildi í Føroyum. Ta ferðina í 1987 snúði tað seg um at broyta revsilógarinnar grein 266b soleiðis, at hon eisini umfataði niðring av samkyndum.

Hetta málið var fyri á landsstýrisfundi, og Atli P. Dam, løgmaður, bar tað uttan viðmerkingar víðari í tingið.

Grein 266b var soljóðandi (broytingin við feitari skrift):

 ##med2##

»Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve nationale elle etninske oprindelse eller tro eller seksuelle orientering, straffes med bøde, hæfte eller fængsel indtil 2 år«

 

Tað vóru hesi trý orðini: »eller seksuelle orientering«, sum skuldi leggjast afturat. Ikki tí, at vit høvdu kjakst um hetta í Føroyum, men tí at soleiðis gjørdu tey í Danmark.

Men so var tað, at Niels Pauli Danielsen, landsstýrismaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin, og løgtingsmaður floksins, Tordur Nicalsen, vaknaðu við kaldan dreym:

– Skulu vit nú blástempla slíkt siðloysi sum homoseksualitet?

Tað vildu teir ikki. Og nú var eldur í skálanum.

Nógv kjak var, og nógvar vóru ákoyringarnar ímóti landsstýrinum, sum »vildi fremja hetta siðloysi í Føroyum«.

Politiska skipanin megnaði ikki at standa ímóti trýstinum – og endin var, at málið varð felt í løgtinginum. Bara ein atkvøða var fyri, og hana átti einasta kvinnan á tingi, Karin Kjølbro, ið sum hin einasta tordi at standa ímóti trýstinum.

Hetta málið skalaði samgognuna millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin illa. Og tá landsstýrið á vári í 1988 legði uppskot fram um at seta eina javnstøðunevnd, sum skuldi tryggja javnrætt millum kvinnur og menn, var aftur galið. Hetta »siðloysi« vildi Kristiligi Fólkaflokkurin heldur ikki vera við til.

Flokkurin kravdi, at løgmaður tók uppskotið aftur. Tað vildi Atli Dam ikki hoyra talan um. Vildi Kristiliga Fólkaflokkurin ikki vera við til at fremja javnstøðu millum kvinnur og menn á hendan hátt, so mátti flokkurin heldur fara.

Og so varð.

##med3##

Kristiligi Fólkaflokkurin fór úr samgonguni – og hin helvtin av flokkinum, sum tá var farin í tvínginar, Adolf Hansen, kom upp í samgonguna í staðin.

Adolf Hansen hevði tá stovnað Framsóknarflokkin, og landsstýriskvinna fyri Framsóknarflokkin gjørdist Karolina Petersen – sum harvið gjørdist onnur kvinnan í einum landsstýrissessi.

Men javnstøðulógin mátti bíða.

Tingmenn hildu tað vera siðloysi – og ógudiligt – at fremja javnstøðu millum menn og kvinnur við lóg. Ikki fyrr enn seks ár seinni,var løgtingið búgvið til at samtykkja javnstøðulógina.

Stríðið um 266b tendraði aftur í 2005, tá Finnur Helmsdal, sáli, og Annita á Fríðriksmørk løgdu tað framaftur. Tað varð felt fyrru ferð. Men seinnu ferð, æí 2006, varð tað samtykt.

Hetta málið var beinleiðis orsøk til, at Karsten Hansen vendi Tjóðveldinum – sum hann hevði stríðst fyri altíð lívið – bakið, tí hann kundi ikki vera í einum flokki, sum var fyri slíkum siðloysi.

Restina av søguni kenna vit. 266b hevur ongantíð havt nakran beinleiðis týdning, tó at spurningurin hevur havt so stóran týdning fyri nakrar fáar tingmenn. Men lógarbroytingin hevði ein symbolskan týdning – ein týdning, sum 29. apríl í 2016 førdi til, at Løgtingið samtykti, at tvey fólk av sama kyni kunnu giftast í Føroyum.

Tey atfinningarsomu kunnu hava rætt í, at 266b var ein forleypari fyri tí, sum tey kalla »siðloysi«, og sum onnur kalla »nátúrlig borgarlig rættindi«. Ella »glíðibreytin«. Tað sum ger, at viðurskifti broytast. Lívið er alt sum tað er ein menning. Ein gongd ímóti tí, sum flestu okkara halda vera framstig.

##med4##

Politiska gongdin í stuttum:

Tað var tann 10. desember í 1987, at landsstýrið samtykti at leggja málið um at seta lóg nr. 337 frá 3. juni 1987 um broytingar í revsilógini um forboð móti mismuni vegna rasu v. m. í gildi í Føroyum.

Í landsstýrinum tá sótu Javnaðarflokkurin, sum hevði løgmann, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokkurin.

Tá landsstýrið samtykti at leggja hesa lógarbroyting fyri tingið, vóru øll landsstýrisfólkini á fundi, eisini Niels Pauli Danielsen úr KRFFFF, sum seinni kúvendi, tá hann uppdagaði, at hendan lógarbroyting kundi vera fyri at verja samkynd.

Uppskotið kom til 1. viðgerð í løgtinginum uttan at nakar mótmælti, og málið varð sum vanligt beint í nevnd. So er tað, at Kristiligi Fólakflokkurin raknar við.

Endamálið við hesi lógarbroyting, sum per automatikk kom úr Fólkatinginum, var at verja samkynd ímóti happing. Og Kristiligi Fólkaflokkurin krevur nú, at málið verður tikið aftur.

Eldur er nú í skálanum. Landsstýrið verður lagt undir bæði eitt og annað – eisini at vera ógudiligt, tí tað við hesum lógaruppskotið »verjir siðloysi«.

Kristilig Fólkaflokkurin sendir samgongufeløgunum bræv, har flokkurin sigur, at hann tilskilar sær at standa leysur av samgonguskjalinum og av annars gjørdum avtalum.

Hetta tóku Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin sum eina uppsøgn av samgongusamstarvinum.

Tordur Niclasen, løgtingsmaður og formaður í Kristiliga Fólkaflokkinum, sum tá var farin í tvíningar, kravdi av landsstýrinum, at málið varð tikið aftur. Men tað var eingin møguleiki, gjørdi Atli Dam, løgmaður, púra greitt.

Vilhelm Johannesen, sum var landsstýrismaðurin, ið legði uppskotið fram. Tordur Niclasen legði málið út sum um, at landsstýrið við hesum vildi legalisera homosexualitet, men tað var als ikki tað, sum málið gekk út uppá, segði Vilhelm Johannesen.

Stríðið um javnstøðulóg og javnstøðunevnd var eisini drigið upp í hetta málið í 1987. Kristiligi Fólkaflokkurin og annars meiriluti á tingi stríddist við hond og fót ímóti, at setast skuldi ein javnstøðunevnd, og her var Bíblian eisini brúkt sum argument, soleiðis at løgtingið ikki við lóg fór at trýsta kvinnur fram at valdinum.

Endin av hesum stríðnum var, at Kristiligi Fólkaflokkurin fór úr samgonguni, sum harvið misti ein tingmann. Men í staðin fyri Kristiliga Fólkaflokkin kom hin helvtin av skrædnaða flokkinum, sum nú æt Framsóknarflokkurin við Adolf Hansen upp í landsstýrissamgonguna, og í staðin fyri Niels Paula Danielsen fór Karolina Petersen í landsstýrið.

 

Tá málið um at broyta grein 266b í revsilógini fyrru ferð var fyri í tingium 13. desember í 2005 atkvøddu tingfólk soleiðis:

 

Nei – tey sum vóru ímóti broytingini:

1.     Alfred Olsen

2.     Anfinn Kallsberg

3.     Bill Justinussen

4.     Edmund Joensen

5.     Gerhard Lognberg

6.     Heðin Zachariasen

7.     Henrik Old

8.     Hergeir Nielsen

9.     Jenis av Rana

10. Jógvan við Keldu

11. Johan Dahl

12. Jørgen Niclasen

13. Kári P. Højgaard

14. Karsten Hansen

15. Kjartan Joensen

16. Marjus Dam

17. Olav Enomoto

18. Óli Breckmann

19. Páll á Reynatúgvu

20. Sverre Midjord

 

Ja – tey sum vóru fyri broytingini:

1.     Andrias Petersen

2.     Annita á Fríðriksmørk

3.     Finnur Helmsdal

4.     Heidi Petersen

5.     Høgni Hoydal

6.     John Johannessen

7.     Kaj Leo Johannesen

8.     Kristian Magnussen

9.     Lisbeth L. Petersen

10. Mamy Dahl Sørensen

11. Poul Michelsen

12. Tórbjørn Jacobsen

 

Árið eftir varð málið aftur reist á tingi. Tá var tað samtykt.

Atkvøðugreiðsla 15. desember 2006:

 

Nei – tey sum vóru ímóti broytingini:

1.     Alfred Olsen

2.     Anfinn Kallsberg

3.     Bill Justinussen

4.     Gerhard Lognberg

5.     Heðin Zachariasen

6.     Henrik Old

7.     Jenis av Rana

8.     Jógvan við Keldu

9.     Jørgen Niclasen

10. Kári P. Højgaard

11. Karsten Hansen

12. Kjartan Joensen

13. Marjus Dam

14. Óli Breckmann

15. Sverre Midjord

 

Ja – tey sum vóru fyri broytingini:

1.     Andrias Petersen

2.     Annita á Fríðriksmørk

3.     Edmund Joensen

4.     Finnur Helmsdal

5.     Heidi Petersen

6.     Hergeir Nielsen

7.     Høgni Hoydal

8.     Johan Dahl

9.     John Johannessen

10. Kaj Leo Johannesen

11. Kristian Magnussen

12. Lisbeth L. Petersen

13. Olav Enomoto

14. Páll á Reynatúgvu

15. Poul Michelsen

16. Tórbjørn Jacobsen

17. Vilhelm Johannesen

 

Tá málið um grein 266b  varð felt á tingi tann 13. desember í 2005 vóru 20 tingmenn, sum atkvøddu ímóti og 12 tingfólk sum atkvøddu fyri.

Av teimum sum atkvøddu ímóti eru hesir eisini á tingi í dag:

1.     Bill Justinussen

2.     Henrik Old

3.     Jenis av Rana

4.     Johan Dahl

5.     Jørgen Niclasen (sum hevur farloyvi, tí hann er landsstýrismaður)

 

Av teimum, sum atkøvddu fyri eru hesir eisini tingmenn í dag:

1.     Høgni Hoydal

2.     Kaj Leo Holm Johannesen (sum hevur farloyvi, tí hann er landsstýrismaður)

3.     Niclasen (sum hevur farloyvi, tí hann er landsstýrismaður)

 

 

Tá var tað samtykt í Løgtinginum tann 15. desember í 2006, atkvøddu fimm tingmenn fyri, sum atkvøddu ímóti í 2005. Teir, sum høvdu skift støðu, vóru:

1.     Edmund Joensen

2.     Hergeir Nielsen

3.     Johan Dahl

4.     Olav Enomoto

5.     Páll á Reynatúgvu

Í vikuni fer andstøðan at leggja uppskot fyri tingið um at broyta barsilsskipanina soleiðis, at hon javnsetur samkynd foreldur við onnur foreldur. Spenningur er um, hvørja støðu tingið fer at taka. Johan Dahl úr Sambandsflokkinum sigur, at hann fer at atkvøða fyri. Kanska onnur í Sambandsflokkinum gera tað sama. Miðflokkurin sigur, at gera tey tað, so er samgongan rokin.

Støðan tykist tí fastlast. Um samkynd foreldur skulu hava somu rættindi, sum hinskynd foreldur, so er samgongan í vand.