Tann góða relatiónin í Vesturkirkjuni

Í annaðkvøld klokkan 20 skipar Agape fyri fyrilestri í Vesturkirkjuni.

Hóskvøldið, í annaðkvøld, klokkan 20 skipar Agape fyri fyrilestri í Vesturkirkjuni.

 

Evnið er: »Tann góða relatiónin«.

 

Fyrilesturin er um sambandið, vit hava hvør við annan. Hvussu vit knýta sambond og styrkja sambond. Nomið verður við relatiónirnar, vit m. a. hava við hjúnafelagan, barnið, vinin og starvsfelagan. Hoyrið nærri um, hvussu barndómurin ávirkar okkum, tí sum vit sjálvi eru vorðin møtt og sædd sum børn, verður ein av grundarsteinunum undir okkara evnum at vera í kontakt og í relatión við onnur sum vaksin.

 

Øll kunnu hava vit nakað at læra hesum viðvíkjandi.

 

Tað er Sigrun Heldarsgarð, sjúkrarøktarfrøðingur og psykoterpeutur, sum hevur fyrilesturin. Øll eru vælkomin!

 

Nærri tíðindi um Agape á Facebook.