Samstarv við Novo Nordisk um diabetismiðstøð

Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Grunnurin eru farin undir eitt skipað samstarv, sum hevur til endamáls at veita persónum við diabetes enn betri viðgerðartilboð, enn teir longu fáa í føroyska heilsu- verkinum.

Hesum boðaði løgmaður frá í ólavsøkurøðuni.

Sambært ískoytispartinum í ólavsøkurøðuni sæst, at arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi millum viðkomandi partar, herundir stjórnarráð, heilsustarvsfólk, sjúklingafeløg, fakfeløg, politisku skipanina, Novo Nordisk Grunnin o.s.fr.

Arbeiðið verður gjørt í tveimum stigum.

Fyrra stigið snýr seg um tær yvirskipaðu ætlanirnar við samstarvinum og um karmarnar hesum viðvíkjandi. Tá ið føroyskir myndugleikar og Novo Nordisk Grunnurin hava góðkent hetta stigið, verður farið undir seinna stigið, sum snýr seg um tað ítøkiliga innihaldið í samstarvinum partanna millum.

Sambært løgmanni er ætlanin, at fyrri parturin av arbeiðinum verður liðugur fyri árslok í ár, og seinni parturin verður liðugur fyri árslok 2021.