Samtak: Løgtingið má handla í stundini

- Tímalønt starvsfólk, sjófólk og onnur, sum vera sett í sóttarhald ella ikki fáa farið til arbeiðis vegna korona, eru í løtuni fyri lønarmissi, tí eingin skipan er, sum loftar.

- Hetta má og skal politiski myndugleikin taka í álvara og broyta, siga feløgini í Samtaki.

- Hetta má og skal politiski myndugleikin taka í álvara og broyta, siga feløgini í Samtaki.

 

Tað siga feløgini í Samtaki, sum í einari yvirlýsing í kvøld heita á løgtingið um at koma saman og tryggja hesum arbeiðsfólkum endurgjald fyri lønarmiss. - Løgtingið má handla í stundini, og skipanin má galda frá tí degi, okkara limir ikki fáa farið til arbeiðis.

Feløgini í Samtaki vísa á, at tímalønt starvsfólk, sjófólk og aðrir løntakarar, sum eru koyrd í sóttarhald ella sum ikki fáa farið til arbeiðis vegna vantandi barnaansing, standa á berum og eru fyri lønarmissi.

- Hetta má og skal politiski myndugleikin taka í álvara og broyta, soleiðis at hesir løntakarar - sum teir einastu - ikki verða rakt av lønarmissi, nú korona aftur er farið at gera um seg í Føroyum.

Ítøkiliga vísir Samtak á, at sjúkradagpeningalógin má broytast, soleiðis at fólk í sóttarhaldi fáa endurgjald umframt at tey, sum ikki sleppa til arbeiðis vegna vantandi barnaansing, fáa endurgjald fyri henda lønarmiss.

- Vit taka fult undir við heilsuligu tilmælunum, og at myndugleikar gera tað sum krevst fyri at fáa tamarhald á smittuni. Samstundis krevja vit, at okkara løntakarar ikki vera fyri vanbýti.

Feløgini vísa staðiliga á, at tímalønt ikki hava ráð at missa ein tann einasta tíma av inntøku. Tí má løgtingið tryggja, at allir okkara limir fáa endurgjald fyri mista inntøku.

Feløgini, sum vegna Samtak standa aftan fyri yvirlýsingina, eru Føroya Arbeiðarafelag (Georg F. Hansen, formaður), Føroya Fiskimannafelag (Jan Højgaard, formaður), Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag (Jastrid Niclasen, forkvinna) og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag (Absalon Hansen, formaður).

- Hetta má og skal politiski myndugleikin taka í álvara og broyta, siga feløgini í Samtaki.