Sandoy Seafood fingið nýggjar eigarar

Eitt nýtt felag hjá Óla og Ann-Dorith Nattestad í Hjørring, hevur keypt flakavirkið í Skopun og á Sandi.

Tað veit útvarpið at siga.

Óli Nattestad átti í reiðarínum »Ruth« hjá Gullak Madsen í Hirtshals. Óli Nattestad varð keyptur úr felagnum fyri nøkurum árum síðani fyri hundraðtals milliónir krónur.

Sambært útvarpinum hava Mowi (Sum fyrr nevndist Marine Harvest) og nýggju eigararnir fyri løtu síðani skrivað undir sáttmála um keypið.

##med2##