Sandoyggin er minst ávirkað av korona

Í juni vóru góðir 26.500 í løntakaraskaranum. Løntakaratalið veksur aftur eftir fallið í apríl, serliga tí at privata tænastuvinnan nú fótar sær aftur. Tað er eisini ymiskt, hvussu økini í landinum hava verið rakt - serliga Sandoyar økið hevur verið minni rakt enn hini økini í landinum

Um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt kundi sambært Hagstovuni væntast at verið knappir 27.200 løntakarar í juni.

– Tað er ein munur á 4,1% í mun til væntaðu gongdina. Sostatt er framvegis nakað upp til støðið undan koronu, men hóast tað eru løntakaratølini í juni væl frægari enn í apríl og mai, skrivar Hagstovan. 

Ein samanbering millum løntakaratalið, so sum tað er gjørt upp og so, sum tað er framroknað, vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini og eiga størsta partin av fallinum.

Privatu tænastuvinnurnar eru tó við við at fóta sær aftur. Í privatu tænastuvinnunum vóru um 8.400 løntakarar í juni.

– Framrokningin vísir góðar 8.900. Tað er ein munur á 500 løntakarar ella góð 6%. Í mai var munurin 11% og í apríl 16% samanborið við metingina. Støðan innan privatu tænastuvinnurnar er tí batnað nakað í juni sammett við apríl og mai, skrivar Hagstovan.

Hinir vinnugreinabólkarnir fylgja í størri mun væntaðu gongdini. 

Í Norðoya økinum vóru góðir 3.200 løntakarar í juni. Metingin var um 3.300, sum er ein munur á 3%.

Í Eysturoyar økinum vóru góð 6.250 í løntakaraskaranum. Metingin var 6.450. Tað er ein munur á 2,9% í mun til metingina.

Munurin millum løntakaratalið í Norðurstreymoyarøkinum eru góðir 80 løntakarar. Tað er 4,3% í mun til metingina. 

Í Suðurstreymoyar øki vóru góðir 10.800 løntakarar í juni. Metta talið var um 11.400. Munurin er 4,9% samanborið við metingina. Í apríl var munurin 9,1%.

Í Vága økinum var munurin millum løntakaratalið og framroknaðu metingina góðir 100 løntakarar í juni. Munurin er 6,7%.

Í Sandoynni er lítil munur millum løntakaratalið og metingina fyri juni. Munurin er 1,6%.

Í Suðuroyar økinum vóru góðir 2.030 løntakarar í juni og framrokningin vísir 2.130. Munurin er 4,7% samanborið við metingina.